Ummæli: Phlake phlunkaði

Ummæli: Phlake phlunkaði
Danski bólkurin Phlake spældi í gjár á G! Festivalinum. Hóast ljóðið var gott, riggaði konsertin als ikki
15.07.2016 - 17:45

G! Festivalurin byrjaði av álvara í gjár. Fyrsta stóra, útlendska navnið, ið skuldi á pall, var bólkurin Phlake við Mads Bo á odda.

 

HUH!

Konsertin byrjaði til tíðina, og fjøldin rópti hann inn á pallin við tí kenda íslendska 'huh' rópinum. Tað var stuttligt... fyrstu ferð.

Hann byrjaði við einum lagi, ið eingin kendi. Mads royndi at fáa fjøldina við, tá hann prátaði ímillum sangirnar, men sambandið var verri enn hjá Onglandi og EU. Eisini trummusláarin royndi at fáa fólk at klappa og vinka í takt við tónleikinum, tað var tíverri uttan eydnu.

Tað sá eitt sindur betri út, tá Phlake fóru av pallinum og niður at bjóða teimum fremstu í fjøldini hvítvín. Festligt og kreativt, og so riggaði tað eisini.

 

 

Flovisligt at síggja

Jú, tað riggaði, inntil teir skuldu spæla sangin "Pregnant". Sangurin, ið tey flestu vóru komin á sandin fyri at hoyra. Tað gongur strálandi, og fjøldin er væl nøgd, ella tað var so líka inntil, at Mads gloymdi sangtekstin. Heldur flovisligt og knortlutt at síggja. Hann royndi at spæla kul og flenna tað vekk. Fínasta slag.

Orkan hjá bólkinum manglaði í hvørtfall ikki. Teir takkaðu fyri seg og fóru av pallinum. Sjálvandi komu teir út aftur at syngja ein eykasang. Fleiri vóru farin, áðrenn teir spældu eykalagið, tí teir mest kendu sangirnir høvdu longu verið. Eykasangurin var heldur einki serligt. 

Opinbart var ein eykasangur ikki nokk, so teir spæla hittið "Pregnant", ja, umaftur. Hesa ferð høvdu teir playback frá. Tað er altíð sera sjónligt og rættiliga ókul.

Eisini var fjøldin heldur skuffandi. Fleiri hava lýst konsertina sum "propp fulla", ið hon als ikki var. Fjøldin rakk ikki forbíð hvonn-teltið. Spell.

 

 

Kundi verið ein succes

Konsertin var als ikki nóg góð, tá mann hugsar um, at teir eru eitt av høvðusnøvnunum. Høvdu teir spælt á spæliplássinum seinni um vikuskiftið, hevði tað kanska verið betri flow í konsertini.

Tónleikurin í sær sjálvum var bara okey. Hóast mínar ikki so høgu vónir, megnaðu teir at skuffa meg.

 

Teir fullu áskoðararnir sóu út til at hava tað stuttligt, men gera tey ikki altíð tað?

 

 

Phlake fær 3 út av 6 R'um

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.