Voxpop: Hví spælir tú Pokémon Go?

Voxpop: Hví spælir tú Pokémon Go?
Röddin hevur sett trimum Pokémon Go spælarum í ymsum aldri nakrar spurningar um appina
25.07.2016 - 13:15

Pokémon Go hevur hertikið stóran part av heiminum og Føroyar við. Summi kendu nógv til Pokémon, áðrenn Pokémon Go kom út, meðan onnur einki høvdu hoyrt um tað fyrr. Onkur vil vera við, at hetta bara er ein mainstream bylgja, sum fólk eru hoppað uppá, meðan onnur halda tað vera stuttligt at koma út og møta fólki, tey ikki kenna. 

 

 

Röddin hevur sett trimum Pokémon Go spælarum í ymsum aldri nakrar spurningar um appina:

 

Ása Johannesen, 33 ár

Pokémon Go level: 13

 

Visti tú nógv um Pokémon, áðrenn tú fór at spæla Pokémon Go?
Nei, onki. Eg visti, hvussu Pikachu sá út og hevði møguliga kent Ash aftur.

 

 

Hví spælir tú Pokémon Go?
Eg fór at spæla, tí ”øll” spældu og postaðu stuttligar myndir á Facebook. Nú spæli eg, tí eg haldi tað vera stuttligt.

 

Tað er totalt ein mainstream bylgja, sum fólk eru hoppað uppá. Men tað er ein nokkso stuttlig ein, tí hon ávirkar atferð hjá fólki upp á ein máta, sum ikki so ofta er sæð fyrr.

 

 

Hvussu nógv av tíni tíð fer við Pokémon Go?
Øgiliga lítið. Eg havi tað tendrað, tá eg ferðist frá a til b (um tað ikki er í bili), og kanska onkur pausa fer nú og tá til at "transfer’a" ymiskt, sum eg havi fangað o.s.fr. Eg forsømi møguliga onkur telduspøl í frítíðini, men hundurin fær fleiri túrar.

 

Besta/keðiligasta uppliving við Pokémon Go?
Tað besta er at síggja onnur úti, sum eisini spæla, og enda við at práta við tey, hóast mann ikki kennist. Tað keðiligasta er, tá servararnir krassja akkurát, tá mann er komin út um hurðina.

 

 


Kendastu ímyndirnar í Pokémon, Ash og Pikachu.

 

 

Cecilia Jacobsen, 25 ár

Pokémon Go level: 11

 

Visti tú nógv um Pokémon, áðrenn tú fór at spæla Pokémon Go?
Ja, eg havi spælt Pokémon-spøl síðan 90'ini. Eg elskaði teknifilmarnar sum barn, so eg vil pástanda, at eg kenni mun á Pikachu og Lapras.

 

 

Hví spælir tú Pokémon Go?
Eg haldi, at øll 90'ara børn, sum elskaðu Pokémon, vildu sleppa út at fanga teir. So hetta snýr seg ikki um at vera "mainstream", men um at hava tað stuttligt! Eg eri sum heild nógv úti og gangi/renni, so hetta er eisini upplagt til at gera tað meiri spennandi.

 

 

Hvussu nógv av tíni tíð fer við Pokémon Go?
Eg spæli tað, tá eg havi gjørt alt, sum eg skal, ella meðan eg geri onnur ting. So eg forsømi einki av appini.

 

 

Besta/keðiligasta uppliving við Pokémon Go?
Tað besta við Pokémon Go er uttan iva tað, at folk fara út um hurðina. Sum eg segði, so eri eg nógv úti og gangi/renni, og eg møti knappliga fólki, meðan eg geri tað.

 

Tað keðiligasta var, tá eg leitaði eftir Vulpix í 20 minuttir, og so bailaði hann, tá eg endiliga fann hann.

 

 

 


Myndir frá fyrstu Pokémon spølunum, ið vórðu spæld á Gameboy. 

 

 

 

Rani Hansen, 15 ár

Pokémon Go level: 8

 

 

Visti tú nógv um Pokémon, áðrenn tú fór at spæla Pokémon Go?
Eg visti einki um Pokémon, fyrr enn tveir dagar áðrenn, tað kom út á App Store í Føroyum.

 

 

Hví spælir tú Pokémon Go?
Eg spæli Pokémon Go, tí tað er stuttligt at fylgjast við vinum, sum eisini spæla. So mann hugnar sær saman við vinfólki, samstundis sum mann spælir Pokémon Go.

 

 

Hvussu nógv av tíni tíð fer við Pokémon Go?
Higartil havi eg verið úti og leitað eftir Pokémon hvønn dag, síðan spælið kom út, og eg havi brúkt ein-tveir tímar um dagin.

 

 

Besta/keðiligasta uppliving við Pokémon Go?
Mín besta uppliving er nokk, tá vit sótu nógv saman við eitt PokéStop og hugnaðu okkum. Eg havi sum so ikki upplivað nakað keðiligt.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.