- Tíðindi, mentan og ítróttur
Soleiðis gert tú turra grind
Soleiðis gert tú turra grind
Ólavsøka er eitt upplagt høvi at læra seg at turka svartar ‘leður’hvalir
27.07.2016 - 23:15
Í gjár legði ein stór grind á 135 hval beinini í Hvannasundi, so í dag hava nógv skorið upp og gjørt til. Hóast tú ikki nært at fáa turra grind á ólavsøkuborðið í ár, so verður aftur ein ólavsøka næsta ár, og um tú ikki dugir at gera turra grind til, so kanst tú læra tað her og hava turra grind á borðinum til næstu ólavsøku.
- Fyrst skalt tú skera tvøstið í lykkjur á stødd við ein góðan yvirarm. Tvøstið skal ikki vera óslætt og holutt, og tú skalt eisini skera spengurnar burtur – tær eru lættar at síggja, tí tær eru hvítar, og tvøstið myrkareytt.
- Um summarið er kanska heldur heitt og ov nógvar flugur til at hanga lykkjurnar út at turka. Tískil kanst tú, um tú ert ein av teimum, sum var í grind í gjár, pakka lykkjurnar í plastposar, og frysta tær til fyrst í oktobur, ella til tá tú hongur seyðakjøt upp.
- Tá tú tekur tær upp aftur úr fyrstiboksini, skalt tú stroya salt á eitt pappstykki, og leggja tað á eitt kjallaragólv. Legg síðani lykkjurnar hvør oman á aðra á pappið, og stroy salt ímillum og omaná. Um tú hevur seks lykkjur, so kanst tú leggja tær tríggjar og tríggjar í tvey røð. Lat tær liggja soleiðis í einar átta tímar. Hetta er fyri at fáa blóðvatn úr.
- Eftir átta tímar skalt tú turka saltið av lykkjunum.
- Síðani skalt tú koyra vatn og ein neva av salti í eina spann og dyppa lykkjurnar í – ikki meiri enn eini 10 sekund.
- So skulu lykkjurnar út at hanga. Hetta gert tú við eitt nú at krøkja ein húk væl í tvøstið, so tað ikki slitnar og dettur niður. Hang tær eitt nú á eitt træ uttan fyri húsini ella í ein hjall.
- Koyr síðani hendurnar aftur í saltvatnið og kín lykkjunum við tí. Endurtak hetta 1-2 ferðir um dagin fyrstu fýra dagarnar. Hetta er fyri at fáa lykkjurnar slættar.
- Nú skulu lykkjurnar hanga í frið í einar 6-8 vikur alt eftir, hvussu tjúkkar tær eru. So er bert eftir at skera í tunnar flísar og eta.
Vælgagnist!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |