Dag 4 á Wacken: Føroyar vunnu ikki

Dag 4 á Wacken: Føroyar vunnu ikki
Føroyingarnir vunnu ikki Metal Battle kappingina, men sólin skínur kortini, og ølirnar fáast enn kaldar. Festivalurin heldur á við sama lag
05.08.2016 - 22:45

Øll í bólkinum eru rættilga rólig, mann skuldi ikki trúð, at kunngerðin var í dag.

 

Vit standa øll spent í pressuteltinum og bíða. Meðan royna vertirnir at draga út og fáa øll at bíða so leingi sum gjørligt. Suðurafrika vann, og føroyingar gjørdust ikki millum topp fimm.

 

Vit eru øll eitt sindur skuffað, hóast tónleikararnir tykjast at leggja minni í tað. Wacken er nevniliga fylt við týdningamiklum fólkum úr tónleikavinnuni, og tað hava teir nýtt til sín fyrimun. Útlendingar fara helst at hoyra meira til SvartMálm í framtíðini.  

 

Glaðir suðurafrikanarar.

 

Lagið er gott á V.I.P. økinum. Her er barr, matsøð og pressuteltið. Vit hava funnið okkum nakrar sólstólar og njóta løtuna.

 

 

Á einum palli, ið kallast Headbangers stage, spælir týski deyðsmálmsbólkurin Der Weg einer Freiheit. Fantastiskt, endiliga ein bólkur við høgum tempo og einum ordiligum ýli. Alt gott um Iron Maiden, men tað er fyri fólk við 80’unum í sálini.

 

 

Eg royni at troðka meg fram til pallin, har bólkurin Eluveitie spælir, men steðgi, tá ið runan verður ov djúp til mínar gummistivlar. Ímyndið tykkum at vassa gjøgnum aldurnar á sandinum í Gøtu, men í staðin fyri vatn er tað runa. 

 

Á myndini omanfyri sæst, hvussu nær eg kom at pallinum. Hasi fólkini munnu standa við runu upp til knøðini.  

 

Og summi upp til oyruni..

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.