Ó-kortið við nógvum nýggjum

Ó-kortið við nógvum nýggjum
Aftur í ár er Ó-kortið til taks til tey lesandi. Les um nøkur av tilboðunum og søguna um avsláttarkortið, sum ein kann spara fleiri 100 krónur við um mánaðin
01.09.2016 - 22:00

Aftur í ár kunnu lesandi fáa ókeypis lestrarkort frá Ó. Við lestrarkortinum fáa lesandi avsláttur í Umami, Pizza 67, Yndi, Kafé Kaspar, Insito og Teldutænastuni v.m. Freistin at skráseta seg er í kvøld, 1. september.

 

2000+ lestrarkort

- Undirtøkan fyri lestrarkortunum er alsamt vaksandi. Vit hava undanfarnu ár ligið um 2000 lestrarkort, og tað er nógv, ið bendir á, at vit koma uppá 2000 lestrarkort aftur í ár, sigur Hanus Samró, stjóri í Ó.

 

Hava ikki uppfunnið djúpa tallerkin

- Vit hava ikki uppfunnið tann djúpa tallerkin av nýggjum, tí lestrarkort eru vanlig aðrastaðni, men eingi lestrarkort vóru, tá eg byrjaði á Setrinum í 2010. So vit fóru bara í holt við tað, sigur Hanus Samró, sum saman við vinmanninum byrjaðu Ó á vári 2011.

 

Kunnu spara fleiri 100 krónur um mánaðin

Endamálið við lestrarkortinum er at gera tað lættari at lesa í Føroyum. Ein av fortreytunum fyri einum góðum og dynamiskum lestrarumhvørvi er, í hvussu so er tá hugt verður at grannalondunum, at lesandi fáa avsláttur uppá ymiskt.

 

- Sjálvt um vit veita ókeypis lestrarkort, so hava vit eisini onnur ting, ið vit arbeiða við. Kjarnan er framvegis lestrarkortini, men vit hava fleiri spennandi tilboð í stoypiskeiðini, sum vit fara at avdúka komandi mánaðirnar. Um alt gongur eftir ætlan, verður fyrsta tænastan longu klár í september. Vit fáa ikki sagt beint nú, hvat tað verður, men vit kunnu í hvussu so er siga so mikið, at lesandi hava nógv at gleða seg til, sigur Hanus Samró at enda og leggur aftrat, at lesandi kunnu spara fleiri 100 krónur um mánaðin við Ó-kortinum.

 

Freitin at skráseta ókeypis letrarkort er íkvøld, 1. september. Les meir her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.