- Tíðindi, mentan og ítróttur
Napalmgentan bannað á Facebook
Herfyri legði norski rithøvundurin, Tom Egeland, sjey søguligar myndir á Facebook, ið hava ávirkað krígsførslu um allan heim. Teirra millum kendu myndina av níggju ára gomlu naknu gentuni úr Vietnam, sum saman við øðrum børnum rennur undan bumbuálopi.
Leiðslan hjá Facebook svaraði tó, at teirra politikkur ikki loyvir myndum av naknum fólki, og myndin bleiv harvið slettað.
Í opnum brævi til Mark Zuckerberg, eigara og stjóra hjá Facebook, finst blaðstjórin í norska blaðnum, Aftenposten, hvassliga at avgerðini hjá Facebook og samanber stríðið við tað, sum stóðst av Muhammed-tekningunum í 2005.
Facebook svarar nú við aðrari niðurstøðu. Vegna søguliga innihaldið og týdningin, myndin hevur, verður hon loyvd.
Tey, ið vilja upp í kjakið um myndina á Facebook ella Twitter, kunnu nýta: #DearMark
Upprunaliga myndin "The Terror of War" vann stórmettu virðislønina Pulitzer Prize.
Keldur :
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |