- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tak film við telefonini og vinn 10.000 kr
Árligi Móðurmálsdagurin nærkast, og í tí sambandi skipar Málráðið fyri tiltaki, ið verður á Føroya Fólkaháskúla 1. oktober frá kl. 13-17. Á skránni verða skriviverkstova, filmar, tónleikur, framløgur, upplestur, samrøður og annað.
Í ár varpar Málráðið ljós á evnið “ung og málið”. Í tí sambandi er skipað fyri kapping, sum er fyri ung ímillum 14 og 20 ár.
Kappingin
Tú skalt taka film við snildtefelon, sum skal verða ímillum 1 - 3 minuttir langur. Filmsbrotið skal lýsa, hvat tú sjálv/ur heldur er mál. Mál kann verða so mangt, siga tey í Málráðnum. Undirevnið er “sjón”, og tað skal eisini koma reiðiliga til sjóndar í filminum.
Freistin at senda filmin er komandi mánadag, 21. september.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |