- Tað er ikki nøkur lítil rolla, bert lítlir leikarar

Guðrið Patursson og Elias Magnussen
- Tað er ikki nøkur lítil rolla, bert lítlir leikarar
Tað eru í hesum døgum, at sangleikurin ‘Feitar tíðir’ verður fínpussaður. Tann kuli leikurin, stjórnaður av Jákupi Weyhe og Hans Tórgarð, snýr seg um føroyska ungdómslívið í 80'unum. Tveir leikarar, Guðrið Patursson og Elias Magnussen, góvu sær stundir at tosa við Røddina
27.10.2016 - 18:30

Aftan fyri pallin í Norðurlandahúsinum er tað fult av ungdómum við permanentaðum hári, og rúmið rungar av práti og látri. Sangleikurin 'Feitar Tíðir!' er nærum klárur til at verða sýndur fyri Føroya fólki.

 

Guðrið Patursson:

Guðrið Patursson

 

- Tað er fantastiskt at vera við í sangleikinum! Eg havi ikki nakra stóra rollu sum so, men tað haldi eg faktiskt er super. Øll eru við allatíð! greiðir Guðrið frá við einum stórum smíli, ímeðan hon fær mikrofonina á.

 

- Eg eri ordiliga stolt av at vera sloppin við í eitt so stórt projekt. Hetta hevur nokk verið tað stuttligasta tíðarskeiðið í mínum lívi!
 

Hon viðgongur tó eisini, at fráveran í skúlanum nokk fer at svíða, og at tað kann vera torført at seta alt annað til síðis. Tað er tó tað vert, tá alt kemur til alt, sigur hon.
 

- Eg havi í hvussu so er lært, at 80'ini vóru feitar tíðir! Tað er stuttligt at skula spegla tað, sum ‘tey gomlu’ tókust við, tá tey vóru um okkara aldur. Ja, eg havi lært ótrúliga nógv. Alt frá at syngja hart - harðari enn eg helt bar til - til at dansa tango! Mann verður tveittur langt út um sína comfort-zonu, og tað er bara gott.
 

Tað er rokan í fjøruni aftan fyri pallin í Norðurlandahúsinum, nú tey enn einaferð fara at byrja at venja sangleikin.
 

- Hmm... nakað, sum eg eri takksom fyri... Tað er nógv! Eg eri ótrúliga takksom fyri at hava lært øll hesi fantastisku fólkini at kenna og fyri at fara ígjøgnum hetta saman við teimum beint nú. Tað er ein spennandi og mennandi avbjóðing, sum eg trúgvi, eg fari at vera glað fyri alt lívið! So ja, eg eri øgiliga takksom fyri at hava fingið hendan møguleikan.
 

Elias Magnussen:

Elias Magnussen

 

Elias er ein av høvuðsleikarunum í sangleikinum.

Tað er umráðandi, at langa 'Mc-hárið' hjá Eliasi situr rætt, so hann stendur mangan framman fyri speglinum.

- Tað er ótrúliga stuttligt at hava ein so stóran leiklut í leikinum. Tað er ikki ofta, mann fær ein slíkan møguleika, og so serliga ikki, tá mann ikki er vanur at spæla sjónleik. Tað er, sum Jákup altíð sigur, ikki nøkur lítil rolla, bara lítlir sjónleikarar. Til dømis hevði mín rolla ikki riggað, um tær ‘lítlu’ rollurnar ikki vóru við.
 

Elias er, sum sagt, ein av høvuðsleikarunum; Páll. Hann og tveir aðrir búgva saman í einari íbúð í sangleikinum.

- Eg eri tann ‘nørdutti’ fyri at siga tað soleiðis. Vit hava ‘leiðaran’, vit hava ‘romantikkaran’, og so er tað tann, sum heldur skil á tingunum, og tað er so eg. Hann er annars ein ‘kulur’ nørdur, men hann dugir altso ikki við damum. Haha! sigur Elias brosandi, ímeðan mikrofon hansara verður sett á.

 

- Fyri meg er tann størsta avbjóðingin tann at skula vísa kenslur, uttan at siga, at eg havi tær. At skula spæla illur ella at vísa, at mann er ordiliga forelskaður. Tí hvussu skalt tú vísa 300 fólkum, at tú ert ordiliga forelskaður, uttan at beinleiðis siga tað? Mann skal hugsa um kropsmál og mátan, mann tosar við hendan persónin, mann er forelskaður í. Mann skal altíð vera klárur at vísa kenslurnar uppá ymiskar mátar, og hetta hava vit vant nógv.

 

- Vit byrja nú! rópa tey framman fyri pallin, so tey bæði, Guðrið og Elias, skunda sær út at byrja dagsins venjing.

 

Guðrið Patursson og Elias Magnussen

 

Leikurin verður sýndur fyrstu ferð 11. november. Billettirnar eru til keyps frá í morgin av kl. 10:00 á www.nlh.fo!

Fert tú til ársins sangleik? Tað fara vit!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.