- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skilir tú forsetavalið?
Vit hava øll hoyrt um valið, ið verður nú týsdagin 8. november. Og sikkurt hevur tú eisini hoyrt um, hvussu øll gera gjøldur burtur úr teimum báðum valevnunum, ið stilla upp. Men veitst tú yvirhøvur, hvussu valið gongur fyri seg?
Hvør kann stilla upp?
Fyri at tú kanst stilla upp til forsetavalið, mást tú vera føddur í USA, tú skal vera í minsta lagi 35 ár og hava búð í USA í 14 ár. Tað er eisini vanligt, at forsetin áðrenn hevur verið eitt nú guvernørur, senatorur ella ein generalur í milliterinum.
Tað eru fleiri, ið stilla upp til valið, men tó eru tað bert tveir persónar, ið sleppa at kappast ímóti hvørjum øðrum. Tann eini er umboð fyri ‘The Republican Party’, og hin er umboð fyri ‘The Democratic Party’.
Tey velja ikki bara eina ferð
Sum tey flestu vita, so er USA ikki bara ‘eitt’ land, men tað er deilt upp í fleiri statir. Í februar mánað eru tað hesir ymisku statirnir, ið hava val um, hvør skal vera umboð fyri teir báðar partarnar, ið so seinni skulu kappast um forsetaplássið.
Í juli mánað var tað stjørnuklárt, at Hillary Clinton skuldi vera umboðið fyri ‘The Democratic Party’, og at Donald Trump skuldi vera umboðið fyri ‘The Republican Party’.
Tey bæði eru tey minst dámdu forsetavalevnini, ið nakrantíð hava stillað upp.
So jøvn eru tey
Tað eru fleiri veljarakanningar, ið vísa á, at tey bæði standa til at kunna vinna.
Kelda: www.nytimes.com
Fleiri vilja vera við, at tey ikki vita, hvønn tey skulu velja, tí báðir partarnir eru líka býttir og hava báðir nøkur ógvuliga løgin hjartamál. Tó vilja summi eisini vera við, at Clinton er frægari enn Trump, Hvat heldur tú?
Mátin, tey velja uppá, er fløkjasligur
Tað eru 4 punktir í valinum fyri at gera tað heilt einkult.
Tað fyrsta er tað, ið kallast “Primaries and caucuses”. Tað er, tá tað eru fleiri fólk, ið stilla upp og leggja fram teirra hugskot til, hvussu hugsjónin fyri landið skal vera. Fólk við somu hugskotum og hjartamálum verða koyrd í somu flokkarnar. Síðani byrja ymisku flokkarnir at kappast um, hvørji skulu vera umboð fyri teirra flokk. Umboðið verður valt ígøgjnum ‘aucus’, sum er valt eftir diskussiónum og atkvøðum. Tá umboðið verður valt ígjøgnum ‘primary’, velja tey bert við atkvøðum.
Tað næsta punktið eitur ‘National Conventions’. Hetta er, tá flokkurin skal velja, hvør skal verða teirra endaliga umboð. Tað eru ofta tvey, ið kappast um plássið. At enda verða atkvøðurnar taldar upp, og endaliga valevnið verður valt.
Tað triðja punktið eitur ‘General Election’. Síðani kemur tað pettið, har vit eru nú. Fólkini skulu til at velja, hvør skal verða forseti, og hvør skal verða næstforseti. Tá fólkini velja, so velja tey ‘electors’.
Tað fjórða og seinasta punktið eitur ‘Electoral college’. ‘Electors’ eru so fólkini, ið skulu velja forsetan. Eins og vit velja tingmenn inn í tingið, fyri at teir so kunnu velja løgmann, so gera tey tað sama í USA. Í USA velja tey tó nøkur umboð úr hvørjum stati. Tað eru tilsamans 538 ‘electoral votes’, og tað merkir so, at tann, ið fær 270 atkvøður, er tann, ið vinnur valið.
Eitt yvirlit yvir valið
Tá vinnarin so er funnin...
Tá, og um vinnarin er funnin, skal nývaldi forsetin arbeiða við at fáa eitt meira fast grundarlag fyri, hvat hann veruliga ætlar at gera tey komandi fýra árini í sessinum sum mest virdi persónur í USA.
Tann, ið tapir, skal arbeiða við at leggja harða arbeiðið undir valið frá sær og pakka síni ting.
Tann 20. januar eftir valið verður forsetin alment settur í sessin sum ‘The President of the United States.’
Hvør fer at vinna? – Fortel okkum, hvat tú heldur um umboðini, ið stilla upp.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |