Tí skalt tú eta nógvar bananir

Tí skalt tú eta nógvar bananir
Har eru nógvir fyrimunir við at eta nakrar bananir um dagin. Lær meira her!
16.11.2016 - 09:15

6 um dagin! Onkuntíð kann tað tykjast torført, at fáa hasi 600 grammini av frukt og grønum niðurum. Serliga um man ikki heilt veit hví tað er so gott fyri ein. Kanska hesin listin av fyrimunum við bananini kunnu hjálpa.

 

1) Tú verður minni uppbølgnað/ur

Bananir minka um uppbølgnað í búkinum. Ein kanning vísti, at kvinnur, ið ótu eina banan áðrenn tvær máltíðir um dagin, í 60 dagar, minkaðu um teirra uppbølgnað við heili 50%.

(Psst ... Uppbølgnaður er bara eitt annað orð fyri oppustet).

 

2) Tú verður glað/ur

Bananir innihalda nemliga vitamin B9, ið hjálpir serotonin at koma til heilan.

 

3) Tú brennur feitt á búkinum

Bananir innihalda eisini evnið choline, ið hjálpir at stríðast ímóti feittlagring í búkinum.

 

4) Tú svevur betur

Eisini innihalda hesar fanstastisku bananirnar evnið melatonin, ið hjálpir tær at fáa regluligan svøvn, og ger teg róligari.

 

5) Gott fyri vøddarnar

Evnini magnesium og kalium eru eisini í bananini. Magnesium hjálpir við at uppbýggja vøddar, og kalium hjálpa tínum vøddum at restituera. 

 

6) Tær metta!

Nei, tað er ikki bara nakað sum mamma tín segði við teg fyri at kroysta teg at eta okkurt. Tað passar faktiskt. Bananir innihalda eitt slag av stívilsi, ið forðar sodningarprocessini, so tú verður mett/ur longri. Jú grønari bananin er, jú meira mettar hon.

 

 

 

Kelda: MX.dk

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.