P-pillarar til menn - hevði tú brúkt teir?

P-pillarar til menn - hevði tú brúkt teir?
Tað sær út til, at tað ikki verður nakar stórvegis trupulleiki at fáa mannfólkini í Føroyum at nýta p-pillarar, tá teir einaferð koma á marknaðin
26.11.2016 - 12:45

Eftir skjótt 50 ár við p-pillarum til kvinnur fæst enn eingin til menn. Granskarar hava í nógv ár arbeitt fyri at framleiða ein hormonellan fyribyrgingarhátt til mannfólk. Slíkt tekur langa tíð, m.a. tí neyðugt er at royndarkanna framleiðsluna so hvørt. Nú sigst, at í nærmastu framtíð verða p-pillarar til menn endiliga veruleiki. Sostatt fáa menn sama hormonella møguleika til at fyribyrgja seg sum kvinnur. Harafturat miðja granskararnir eftir, at evnið bæði kann inntakast sum pillari og sum nasasprey. 

 

Les eisini: P-pilla til menn?

 

Røddin hevur spurt tríggjar ungar dreingir nakrar spurningar í sambandi við p-pillaran til mannfólk, ið helst kemur í handlarnar í 2021. 

 

ANDRIAS FRÍÐUSON GAARD, 18, 15X Í HOYDØLUM


Hevði tú brúkt hormonfyribyrging, um tú hevði havt møguleikan? 
- Ja, tað hevði eg væl kunnað funnið uppá, men eg vænti ikki, at eg hevði brúkt tað við jøvnum millumbili at byrja við. 


Hvussu heldur tú, at tínir vinmenn høvdu reagerað, um tú hevði tikið p-pillarar?
- Eg vænti ikki, at teir høvdu reagerað nakað serligt uppá tað sum so, eftir at hava fortalt teimum, hvat tað var, men teir høvdu sikkurt hildið tað verið løgið í byrjanini allíkavæl. 


Men tað heldur tú ikki?
- Jú, eg fari nokk at halda tað vera løgið, beint tá tað kemur út, og tí ikki nýta tað við jøvnum millumbili, men við tíðini fara fólk eins og eg at venja seg við tað, og til síðst verður tað heilt vanligt. 


So p-pillarar til menn fara at verða líka vanligir sum til konufólk? 
- ikki í 2021, tá tað kemur út, men nøkur ár seinni kundi tað hugsast, at tað bleiv líka so nógv ella meiri brúkt enn p-pillarar til konufólk. 


 

SJÚRÐUR NICLASEN, 20, Í LÆRU SUM MÚRARI 

 

Um p-pillarar til menn vóru tøkir, hevði tú tikið teir?
- Ja, tað kann væl vera. 


Eisini um tú fekk at vita, at teir høvdu givið bivirkningar so sum humørsvingningar og høvðupínu, eins og hjá kvinnum? 
- Tað hevði eg ikki hugsað um. Man ger tað jú fyri eina grund. So ja, tað hevði sum so verið líkamikið. 


Heldur tú, at tú sum mannfólk hevði verið góður til at tikið p-pillarar?
- Ja, eg hevði bara sett vekkaran hvønn dag. So gloymir man tað ikki. 


Hvat høvdu tínir vinmenn sagt til, at tú tók p-pillarar?
- Teir, sum eru nóg búnir, høvdu nokk ikki sagt nakað til tað. Men teir, sum ikki eru so kendir á hasum økinum, høvdu nokk flent eitt sindur, vildi eg mett. 

 

 

HJALTE WILLEMOES, 20, DELTA SEAFOOD
 

Um p-pillarar til menn vóru tøkir, hevði tú tikið teir?
- Kanska, alt eftir hvørjir bivirkningarnir høvdu verið. 


Um teir vóru teir somu sum hjá kvinnum? 
- So leingi tað ikki er for ógvusligt, so burdi tað gingið. 


Heldur tú, at tú sum mannfólk hevði verið góður til at tikið p-pillarar?
- Tað hevði eg sjálvandi verið. P-pillarar er ikki nakað, man skal tvætla við. Um man hevur damu, so hevur man ábyrgdina av, at hon ikki verður uppá vegin. 
 

Um tú vart single, hevði tú so eisini tikið p-pillarar fast, eins og fleiri konufólk gera? 
- Ja, tað hevði eg sikkurt, um eg var seksuelt aktivur. So veit eg, at eingin genta verður upp á vegin saman við mær. 
 

 

Takk fyri, dreingir! 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.