- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tær 8 'shot-gun' reglurnar
Endiliga hava vit funnið tær endaligu "shot-gun" reglurnar! Svenska bilblaðið Mest Motor hava útgivið hesar reglurnar:
1) Man skal vera uttanfyri
At rópa "shot-gun" frá vindeyganum telur altso ikki!
2) Man skal kunna síggja bilin
Eru tit akkurát komin út um, men eru ikki í tætt við bilin, telur "shot-gun" regulin ikki. Viðkomandi, ið rópar "shot-gun", skal hava sæð bilin áðrenn, og onkur skal hava hoyrt teg rópt tað.
3) Reload er bullshit
Um tú ikki vart tann fyrsti at rópa "shot-gun", hevur tú tapt. Einki meira roks.
4) Tann, ið kennur føraran eigur framsetrið
Um tú koyrir við makanum, eigur tú automatiskt longu framsetrið.
5) Um ein er farin úr framsetrinum, byrjar man av nýggjum
Tað vil siga, at um tú rópti "shot-gun", men tit seinni fara úr bilinum, telja reglurnar av nýggjum. Man eigur ikki "shot-gun" allan túrin.
6) Eigarin av bilinum eigur altíð framsetrið
Um eigarin av bilinum ikki sjálv/ur koyrir, eigur viðkomandi framsetrið. Tað er einki at kjakast um.
7) Foreldur hava automatiskt "shot-gun"
Um foreldrini hjá føraranum skulu í bilin, eiga tey automatiskt framsetrið. Hetta er eisini galdandi fyri eldri fólk.
8) Førarin bestemmar
Um viðkomandi, ið situr í framsetrinum spælir ov vánaligan tónleik ella gremur seg, hevur førarin altíð loyvi at tveita viðkomandi afturum. Eisini er tað førarin, ið er dómari um klandur um "shot-gun" reglurnar koma fyri.
Eru tit einig í reglunum?
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |