- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veturin kom við kulda og.. nógvum vindi?
Vit kenna øll tað føroyska veðrið, og hvussu skiftandi tað kann vera. Í seinastuni hevur tað verið ógvuliga nógvur vindur, og tískil eru vit ikki sloppin út, so tí hava flestu føroyingar bara hildið seg innandura. Men hvat kann man takast við, tá man bert situr inni?
1. Legg teg og sov
Seriøst. Vit hava øll brúk fyri svøvni.
2. Netflix
Hvat við at bara tendra Netflix og bara liggja og bobla á sofuni? Tað er super lekkurt at hava 'netflix and chill' einsamallur.
3. Ger okkurt kreativt
Tað ber til at fara at mála, tekna ella okkurt líknandi. Tað sigst, at man gerst kreativur, tá man keðir seg.
4. Les eina bók
Tað besta er at lesa eina bók undir einum teppi við einum heitum temunni og hoyra vindin uttanfyri.
5. Rudda
Tað ber til at rudda; men tað er nokk ein neyðloysn (hehe).
6. Jólagávurnar skulu gerast
Man manglar altíð at pakka ta síðstu jólagávuna inn, og tí er tað smart at gera okkurt við tað nú, eftirsum at tað ikki er so freistandi at fara út.
7. Forkela teg sjálva/n
Far í bað ella undir brúsu, smyr krem og ymiskt á húðina. Gev tær góða tíð; tú hevur líkasum ikki skund.
8. Spøl
Tað kann væl vera, at títt Playstation saknar teg; ella hvat nú um ‘Club Penguin’ ljóðar freistandi? Tíðin gongur skjótt við einum spæli.
‘Uplay’ hevur eisini í seinastuni bjóðað út ókeypis spøl, t.d. var Assasins Creed at fáa tann eina dagin!
9. Spæl spøl við øðrum
Um onkur er veðurfastur saman við tær, so er tað smart at biðja tey koma at spæla eitt spæl saman við tær. Partners, um tit eru fleiri, ella hvat við góða gamla kortspælinum 'fiska'?
10. Slappa av
Tað er eisini lekkurt at sita og lurta eftir veðrinum og drekka ein lekkran temunn, meðan man hevur beinini hægst.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |