- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvar skalt tú keypa bøkurnar?

Hvar skalt tú keypa bøkurnar?
Tað er kanska ikki altíð so nógv at gera í Føroyum, og tí kann tað vera freistandi at seta seg við einari góðari bók. Men hvar er tað so, tú skal keypa bókina ella bøkurnar? Í Føroyum? Á netinum? Hygg her, hvar vit plaga at keypa bøkur!
25.01.2017 - 18:30
1. Rit&Rák
- Starvsfólkini í Rit&Rák kunnu lættliga hjálpa tær at finna eina góða bók at lesa, og so kunnu tey eisini bestilla tær bøkur heim, um nú tær ikki eru at fáa í handlinum.
2. Gamli Bókhandil
- Tað ber eisini væl til at fara oman í hugnaliga miðbýin og vitja Gamla Bókhandilin. Har fæst eisini góð hjálp til at finna júst ta røttu bókina.
3. Alfa Bókhandil
- Er man staddur í Klaksvík, so er tað altíð lætt at fara ein túr at vitja Alfa bókhandil.
4. Bókabúðin í Runavík
- Í Bókabúðini í Runavík fáast eisini nógvar ymiskar bøkur, so hví ikki bara vitja har eisini?
5. Suðuroyar Heimavirkið í Vági ella Tangabúðin á Tvøroyri
- Suðuroyingar hava sjálvandi eisini nógvar bøkur at bjóða tær. Um tú ert búsitandi í Suðuroynni ella bara ert farin ein túr suður, far so ein túr forbí!
Hóast vit øll ganga inn fyri at “keypa við hjartanum og at keypa føroyskt”, so ber tað ikki altíð til at fáa júst ta bókina, ein ynskir sær. Serliga, tí at ungdómurin aloftast lesur enskar bøkur, í staðin fyri danskar og føroyskar.
6. UK: Amazon ella USA: Amazon
- Tað eru nógvar heimasíður, og har ímillum er kenda Amazon-heimasíðan. Um tú ikki vilt bíða 3-4 vikur, keyp so frá ensku heimasíðuni, ið endar við ‘co.uk’, tí hon sendir skjótari enn tann amerikanska heimasíðan ger. Tann enska heimasíðan tekur umleið 1-2 vikur at senda tær pakkan.
- Ein onnur kul, men kanska ikki so kend heimasíða, er Bookdepository. Hon er fantastisk, um tær dámar væl flottar permur og góðar klassiskar bøkur, eitt nú Harry Potter. Hon sendir eisini til Føroya!
8. Barnes&Noble
- Amerikanska síðan Barnes&Noble er super til at finna tær góðu amerikansku bøkurnar. Og vita um tey ikki eisini senda til Føroya?
9. Keyp tær ein Kindle
- Um tú ert ein av teimum, ið ikki tímir út millum fólk, ikki tímir at stríðast við at bíleggja bøkur og bara ikki orkar fyri, at bøkur liggja og órudda allastaðni, tí tú eigur ov nógvar, so burdi tú keypt tær ein Kindle. Tað er lítið, tað er praktiskt, og tú sleppur frá at tosa við fólk, tú ikki kennir, ella at fáa ryggtrupulleikar, tí bøkurnar eru ov tungar.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




