Playlistin: Heini Ronnason á Heygum

Playlistin: Heini Ronnason á Heygum
Tjekka playlistan hjá Heina út!
11.02.2017 - 18:30

Hesa ferð er tað 20 ára gamli Heini Ronnason Á Heygum, sum deilir sín playlista á Røddini. Heini gjørdi playlistan fyri nøkrum árum síðani, og sum vit síggja á heitinum, Get Laid!, er playlistin ikki heilt uttan endamál.

 

- Eg gjørdi playlistan, tí eg manglaði okkurt til, at genturnar skuldu koma heim til mín. Líkasum at nøkur hava Jumbobók samlingina, og onkur annar hevur ein hund at vísa gentunum, so havi eg mín Get Laid! Playlista. Eg fór so í gongd við at gera playlistan, og eg helt hann vera skide feitan. Eg hugsaði, at nú fer tað at vera, sigur Heini.

 

Tað tók langa tíð, áðrenn playlistin kom í brúk. Men so eina ferð fekk hann gentuna við heim, og tá skuldi hesin playlistin fyri fyrstu ferð veruliga roynast.

 

- Eg koyrdi fyrst tann hjá Marti Gaye frá. Stemningurin bleiv eitt sindur løgin, gentan hugdi bara eftir mær og var eitt sindur soleiðis, hvat helviti hevur tu gongd í? Eg royndi meg so við Bee Gees, har var hon bara soleiðis, er hetta ein diskoklubbur ella hvat sker. Eg royndi so eina triðju ferð. Eg visti, at tann rætti sangurin var á playlistanum, men eg visti bara ikki hvar. Eg trýsti á shuffle og bað um, at tað hesa ferð skuldi vera tað rætta. Og so kom hann, U2 - With or Without You. Tað var tá, eg visti, at hesin playlistin kundi hjálpa einum og hvørjum fýri at skora, sigur Heini.

 

 

Sjálvt um playlistin sum heild hevur eitt serligt endamál, so hava nakrir av sangunum sítt egið brúk. Sangir sum Modern Love hjá Bloc Party, Ti Amo hjá Umberto Tozzi, og Iris hjá The Goo Goo Dolls.

 

- Modern love er ein sangur, sum eg hevði koyrt frá til at liggja og mussast við einari gentu, meðan tað regnaði uttanfyri. Ti Amo er ein sangur, har flest allar genturnar, sum eg havi spurt, halda hann vera creepy, men eg havi eina teori um, at eg einaferð fari at finna eina gentu, sum dámar hann, og tá veit eg, at eg havi funnið ta røttu gentuna. Iris hjá The Goo Goo Dolls er tann perfekti breakup-sex sangurin. Alt í alt kann playlistin brúkast til tvey ting, til mín at lurta eftir, uttan at tað skal hava nakran týdning, og til at skora eina chick við, sigur Heini.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.