- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hví tú átti at brúkt ein menstruatións kopp
Ert tú ein av teimum, sum hava menstruatiónina, so brúkar tú allar helst eisini einnýtis bind og tampax. Tað er skjótt og lætt, tú fært tað keypt tað allastaðni, og øll tú kennir brúka tað eisini. Tað gjørdi eg eisini fyrr, inntil eg las um koppin og skifti, men hugsar tú nakrantíð um, hvørja ávirkan tað hevur á teg og ikki minst umhvørvið?
Her fært tú fimm grundir til at skifta yvir til ein menstruatións kopp.
1. Umhvørvið kemur at takka tær
Um tú brúkar einnýtis bind ella tampax, so framleiðir tú í veruleikanum eina rúgvu av ruski.
Gjøgnum lívið brúkar tú upp til 16.000 bind og tampax, sum síðan verða koyrd í ruskspannina
(uttan so, at tú skolar tey út, sum tú veitst, at tú ikki skalt gera), og av tí at tey innihalda eina
rúgvu av plastikki, so verða tey aldrin niðurbrotin. Framleiðslan er tó tann mest dálkandi
parturin, av tí at tað krevur eina rúgvu av rátilfari og olju at framleiða plastið, sum er aftanfyri
á bindum og á innføringshylstrum til tampax.
Harafturímóti heldur ein koppur upp til 10 ár, og tú brúkar tí bara umleið 4 koppar uppá eitt
heilt lív, umframt at framleiðslan eisini er meira burðardygg.
2. Tú kemur at spara pengar
Koppurin kostar millum 100 og 200 krónur, og tað tykist sum nógv, tá tú keypir hann, men
tað krevur einki flogvit at rokna út, at tú skjótt sparir teir pengarnar inn aftur.
Hevði tað ikki verið fantastiskt at brúkt 200 krónur eina ferð og ikki verið noydd at brúka
pengar aftur fyrr enn um tíggju ár?
3. Tað er betri fyri teg
Visti tú av, at tampax eru skaðilig fyri teg? Umhvørvið inni í ginuni er sera viðhvæmt, og av tí
at tampax súgva til sín, súgva tey eisini meira enn bara blóð. Allar tær góðu væturnar, ið
ginan skal brúka fyri at halda ph-virðinum við líka og at verja seg sjálva, verða tískil tiknar
burt, og tú ert í størri vanda fyri at fáa smittu, sum eitt nú sopp. Eisini hendir tað, at smáir
trevjar av bumullini í tampaxinum sita eftir inni í ginuni og kunnu elva til turrleika og
smittuvandar. Eisini kanst tú bara hava tampaxið inni í millum 6 til 8 tímar, tí at har er vandi
fyri at fáa TSS (Toxic Shock Syndrome), ið er ein infektión, sum kann føra til deyða, um tú hevur tað inni longur enn so.
Koppurin savnar tó bara, og tú ert tí ikki í vanda fyri at fáa infektiónir av honum. Í stuttum
situr hann bara har og ger sítt arbeiði, meðan ginan fær loyvi at gera sítt uttan at verða
avbrotin.
4. Tú sparir tíð
Tú sleppur undan at renna á vesið í skúlanum, til arbeiðis, tá tú ert í sms, ja, hvar sum helst,
av tí at koppurin fær sitið í upp til 12 tímar. Tað merkir, at tú um morgunin setir hann upp, og
ikki fyrr enn um kvøldið noyðist at tøma hann aftur, og tískil sleppur tú undan teimum
óbehagiligu løtunum á almennum vesum, tí tú kanst gera tað heima.
Eisini sleppur tú undan at fara til handils í tíð og ótíð at keypa tær bind, tí tú hevur bara brúk
fyri einum koppi, og hann fært tú brúkt nær sum helst. Veitst tú ikki, nær tú fert at fáa
menstruatiónina, so fært tú eisini sett koppin upp, áðrenn hon byrjar, tí koppurin er sum
nevnt ikki skaðiligur fyri ginuna, og tú noyðist ikki longur at taka bind við tær allastaðni, tú
fert.
5. Ein góður møguleiki til transkyndar menn
Summir transkyndir menn halda koppin vera eitt gott alternativ, av tí at hann fær sitið uppi í
12 tímar uttan vanda fyri at leka. Tað merkir, at tú bara tvær ferðir um dagin noyðist at tøma
hann, og tað kann lætna um, tá tað kemur til óbehagið, sum fylgir við, tá ið tú hevur
menstruatiónina. Eisini noyðist tú ikki at keypa bind ella tampax hvønn mánaða, sum eisini
kann vera óbehagiligt.
Hoyr eisini eitt innslag í RøddinLive, har menstruatiónskoppurin verður umrøddur: - Fisan bleiv glaðari av mensturatinskoppinum
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |