Damudomi: Hví er bara ein kvinna í nevndini hjá SEV?

Mynd: © Vár Samuelsen
Damudomi: Hví er bara ein kvinna í nevndini hjá SEV?
Hesa vikuna hevur felagsskapurin Damudomi tiltøk, sum varpa ljós á feminismu, hvønn dag upp til altjóða kvinnudagin, sum verður 8. mars. Røddin hevur tosað við Solveig og Turið, sum eru tvær út av fýra kvinnum, sum skipa fyri hesum
04.03.2017 - 16:45

Tiltøkini snúgva seg um ymisk viðurskifti viðvíkjandi feminismu, við íblástri frá øðrum tiltøkum runt í heiminum. Sjálvt um tær fáa íblástur uttan fyri Føroyar, taka tær atlit til føroyska samfelagið og velja tí evnir, ið hóska til. Við at fokusera meira uppá Føroyar og ikki fáa útlendingar at halda fyrilestrar her, hava tær funnið útav, at har eru nógv fleiri føroyskir framleggjarar, enn tær høvdu væntað. Síðsta ár høvdu tær ikki valt eitt tema, ið verður víst aftur í øllum tiltøkunum, men í ár hava tær valt at hava “umboðan” sum tema.

 

- Vit hava valt eitt tema, ið bæði er breitt og sum eisini kann vinklast. Tað snýr seg t.d um, hvussu kvinnur verða umboðaðar í okkara miðlafokuseraða heimi. Um hví allar modellirnar hjá klædnamerkinum Calvin Klein eru klænar. Um hví bara menn atkvøða um fisk. Og um hví bara eitt konufólk er í nevndini hjá SEV, siga Turið Nolsøe og Solveig Hanusardóttir, stigtakarar.

 

Mynd: © Vár Samuelsen

 

Fyrrverandi stríðið

Ein av grundunum til, at tær skipa fyri hesum tiltøkunum, er fyri at virðismeta tað stríðið, sum hevur verið og eisini at vísa á tað stríðið, sum enn er í dag.

 

- Eg havi valt nøkur meira mannlig ting í lívinum, sum at hava tikið náttúruvísindaligu leiðina í mínari útbúgving. Hetta hevur verið mær ein sjálvfylgja, men tað ger eisini, at eg eri takksom fyri tær, ið hava gingið framman fyri meg, sigur Solveig.

 

Endamálið hjá felagsskapinum er at skapa ein platform, har fólk kunnu práta um feminismu andlit til andlit. Turið vil vera við, at einki kjak ella prát hjá Damudomi fer nakrantíð at vera í einum kommentarfelti. Meiningin er, at ein skal troppa upp, og hetta snýr seg um bæði kyn. Um ein broyting skal henda millum kynini, skulu øll kyn vera við, halda tær báðar.

 

Damudomi

Ein kann undrast á, hvat feminisma snýr seg um, nú tær farnu feministisku blygjurnar eru farnar, og vit eru komin til fjórðu bylgjuna. Og hvat liggur í heitinum “Damudomi”?

 

Tað, ið tað snýr seg mest um fyri meg, er miðlar og list. Tað er ikki í ordan, at vit siga, at tað, ið kvinnur gera listarliga, altíð er tað, ið er pent og kensluborið, meðan tað, ið menn gera er universalt genialt, sigur Solveig.

 

- Tað snýr seg um, at øll skulu sleppa fram at mikrofonini, sigur Turið.

 

Damudomi er tað, ið ein leggur í tað. Heitið verður úttalað á ymiskar hættir, og fólk skilja tað á ymiskar mátar. Men tað, ið Solveig og Turið leggja í orðið ‘dama’, er, at øll kunnu vera ein dama, líkamikið hvat biologiskt kyn tey hava, ella hvat samfelagið sigur, tey eru.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.