Fjølbroyttar tónleikaútbúgvingar: Eyð Berghamar Jacobsen

Fjølbroyttar tónleikaútbúgvingar: Eyð Berghamar Jacobsen
17.03.2017 - 10:30

Skrivað hevur: Guðrið Patursson
 

Jósef Zachariassen, Eyð Berghamar Jacobsen, Lea Kampmann og Pauli Reinert Poulsen eru fjølbroyttir, ungir, føroyskir tónleikarar, sum á hvør sín hátt hava nomið sær tónleikaliga útbúgving, heilt frá Musicians Institute í Hollywood til Balettakademien í Göteborg. Fylgið við tráðnum Fjølbroyttar tónleikaútbúgvingar, har hesi ungu greiða Røddini nærri frá um útbúgvingar sínar.

 

Eyð Berghamar Jacobsen
Eyð er 35 ára gomul og búsitandi í Havn saman við maka og tveimum synum. Hon er útbúgvin musikalartistur.


Mynd: Starry Eyes Fashion

 

-    Eg havi altíð sungið, og bæði sangur og sjónleikur fyltu nógv í umhvørvinum, eg vaks upp í.

 

Eyð gekk bæði til sang og drama sum lítil, og sum studentaskúlanæmingur í Hoydølum visti hon allatíð, at tað var tað, hon ynskti at nema sær útbúgving innanfyri aftaná skúlan. Sum 18 ára gomul fór hon á ein háskúla í Svøríki, ið var ein 1 ára fyrireikandi útbúgving til yrkisútbúgving innan sangleik.

 

Á háskúlanum var undirvíst í dansi, drama, sangi og kóri. Næmingarnir skipaðu fyri tveimum stórum sýningum, har tey sluppu at royna seg bæði innan pop/rock og sangleik. Næmingarnir fyrireikaðu sjálvir alt frá rekvesittum til búnar og scenografi. Umstøðurnar vóru sera góðar, og tey høvdu eisini studio og fastar teknikarar.

 

Í flokkinum vóru tey 37, og tey vóru eggjaði at søkja inn á yrkisútbúgvingar innan sangleik og fyrireikaðu seg javnan til auditions.

 

Eyð valdi eisini at søkja inn á ein av hesum skúlunum, ið kallast Balettakademien, og liggur í Gøteborg. Har fylgdu nógvar drúgvar auditions, og tá hon var komin víðari til seinasta dagin, fekk hon rættiliga blóð uppá tonnina, so tað var ein stór frægd at vera millum tær 10 kvinnurnar og 10 mennirnir útav uml. 200, sum sluppu inn.

 

Í 2005 fekk Eyð prógv sum musicalartistur.

 

- Musikalútbúgvingin er drúgv. At ganga til auditions er ein hørð kapping, altíð eitt press at sleppa ígjøgnum nálareygað. Tað krevur, at man virkuliga, virkuliga vil tað 220% !

 

Eftir loknað útbúgving royndi Eyð seg sum show-artistur hjá svensku framleiðslufyritøkuni 2 Entertain, har hon undirhelt á familjuhotelli í Turkalandi, ið kallaðist Blue Village. Hetta var ein rík uppliving at kunna venja uttandurða í hitanum, við framúr góðum koreografum og sanglærarum.

 

- Tað var ordiliga stuttligt, vit vóru 40 artistar, sum fóru til Turkalands og búðu á hotelli í ein mánaða við drúgvari undirvísing, áðrenn vit vóru býtt út í smærri bólkar at arbeiða á ymsum hotellum.

 

Líkindini at fáa starv sum musicalartistur eru serliga hørð fyri konufólk: tað eru altíð nógv fleiri mannfólka leiklutir í sangleikum, og tað eru dupult so nógvar kvinnur um boðið, sum menn. Við nógvum  intensivum kvøldarvenjingum, er tað torført at kombinera familjulívið. Flestu kvinnurnar, sum velja hesa yrkisleið burturav, velja familjulívið frá.

 


Mynd: Guðrið Patursson

 

Hóast Eyð helt hesa yrkisleið vera spennandi, visti hon kortini, at hon vildi heimaftur til Føroyar at búgva. Afturat sangi, dansi og sjónleiki, hevði mál altíð havt hennara áhuga, og í 2011 fór hon undir at lesa føroyskt á Setrinum. Nú vantar henni bara MA ritgerðina, og verður hon liðug sum MA í føroyskum málvísindum og bókmentum í summar.

 

Síðan Eyð flutti til Føroyar, hevur hon fingist við bæði sang og sjónleik við síðuna av lesnaðinum. M.a. spældi hon við í sangleikinum Sangur í mjørka og leikinum Veitslan, og hevur hon útgivið fløgur saman við Cantable, KATA og Tungl. Eisini hevur hon verið við til at leggja rødd til lýsingar og teknifilmar.

 

Hóast hon hevur lagt kreativu yrkisleiðina eitt sindur til síðis, fer hon ongantíð at gevast við at standa á palli.

 

- Eg fari ongantíð at angra musicalútbúgvinga, tí hon gav hollan kunnleika á so nógvum økjum, og er tað nakað, eg kann taka við mær í øllum, eg fáist við.

 

Eyð syngur nógv við kvinntettini KATA - sum herfyri varð tilnenvd ársins bólkur og ársins nýggja navn til FMA. Harafturat undirvísir hon í vøggusangi.

 

- Tað er ræðuliga feitt at búgva í Føroyum, av tí at tað er nógv nemmari at sleppa at gera tað, sum man elskar - eg kann ganga á Setrinum, og alíkavæl syngja, standa á pallinum og vera mamma!

 

Hetta inniber útbúgvingin sum musicalartistur í stuttum:

    • Undirvísing í ballet, jazz-dansi og step fleiri ferð um vikuna
    • Drama eina ferð um vikuna
    • Sangtíma eina ferð um vikuna
    • Kórvenjingar
    • Rødd og krops-upphiting hvønn morgun (felags fyri øll)
    • Pas de deux – venjingar við at gera lyft o.a.
    • Stage fighting
    • Tónleikateori eina ferð um vikuna
    • 2. árið seta næmingarnir eina produktión upp (ein leik)
    • 3. árið seta næmingarnir tveir stórar sangleikir upp (sluppu at framføra á Göteborgs Stadsteater)

 

 

 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.