Veitst tú, hvat tollur er?

Veitst tú, hvat tollur er?
Ert tú eisini ein av teimum, ið keypir á netinum og heldur, at tú ordiliga gert eitt kubbið, men so tá tú fært vøruna til Føroyar, so kostar hon akkurát tað sama sum ein bóndagarður? Her eru fyrimunirnir og vansarnir við tolli
23.03.2017 - 18:45

Tað skal loysa seg at innflyta vørur, tí betala vit toll. Er eingin tollur, keypa fólk bara á netinum, og av tí sama verður tað ringt fyri fyritøkurnar í Føroyum at selja nakað. Føroyar hava sum so onga framleiðslu, og tí innflyta vit so at siga alt. Fyri at landið skal fáa gagn av at ikki hava nakra framleiðslu, mugu tey koyra toll á. Tað er “tað sama” sum, at vit gjalda MGV av vørunum, sum vit keypa í handlunum. Tollur og MVG er óbeinleiðis skattur, meðan skattur av lønini er beinleiðis skattur.

 

 

Tollur er eitt eyka gjald, ið verður álagt innfluttum vørum. Tað kunnu fyrst og fremst vera ymisk endamál við tollinum, og alt eftir, hvat endamálið er, kunnu tað vera fyrimunir og vansar. Omanfyri standa nakrir heilt einkultir fyrimunir og vansar:

 

 

Fyrimunir

  1. Landið fær meira pening inn
  2. Tað er eitt ávíst ‘kontroll’ á innfluttu vøruni
  3. Fyritøkur og framleiðarar í egnum landi verða vardir ímóti kapping frá umheiminum

 

 

Vansar

  1. Møguleikin fyri at stuðla skeiva partinum er har, um man ikki hyggur eftir, hvar vøran er gjørd. Til dømis eru tað børn í Kina, ið gera klæðir fyri lítið og einki.
  2. Tað kann gerast ógvuliga dýrt fyri keyparan, tá tollur verður lagdur á vøruna. Serliga, um man ikki fylgir væl við.

 

 

Les eisini: Keypa á netinum fyri meir enn 300 kr?

 

Vit kunnu taka eitt dømi um tollin:

Um tollur verður lagdur á innfluttar sodavatnir, so kunnu tað vera trý undirliggjandi endamál við tollinum:

  • At fáa eina eyka inntøku til landið
  • At minka um nýstluna av ósunnum vørum
  • At verja fyritøkur, sum framleiða í landinum

 

So tað eru fyrimunir og vansar, alt eftir, hvønn tú spyrt. Fyri landið er tað ein fyrimunur, tí tey kunnu fáa eyka pengar inn, og fyri borgaran er tað ein vansi, tí útlendsk sodavatn gerst dýrari, fyri lokalar framleiðarar er tað ein fyrimunur, tí teir eru meira kappingarførir nú.

 

 

Generelt tosar man í búskapi um, at tollur er nakað negativt, tí tað minkar um samhandilin og tískil skapar eina skeiva allokering av arbeiðsmegi. Hetta skal skiljast soleiðis, at um eingin tollur var, og øll lond kundu framleitt og útflutt frítt tað, sum tey vóru allar best til. T.d. duga føroyingar væl at framleiða laks, makrel, sild o.s.fr. Danmark framleiðir Diabetes-heilivág og vindmyllur. Týskland framleiðir bilar. Við opnum búskapi uttan toll koma lond automatiskt at framleiða tað, sum tey eru mest effektiv til, og tað gevur bestu allokeringina av arbeiðsmegi.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.