- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gorillaz venda sterkt aftur
Tú kennir tey frá sangum sum Clint Eastwood og Feel Good Inc., og nú vendir virtuelli bólkurin aftur aftaná næstan 6 ár av fullkomnum friði. Fríggjadagin góvu tey fýra støkløg út við tilhoyrandi videoløgum, og leygardagin framførdu tey fyri fyrstu ferð nýggju fløguna “Humanz” í fullari longd.
Fyri nógv eru Gorillaz nakað heilt serligt, ein bólkur, sum bara ikki dugir at gera tað sama tingið tvær ferðir, og við sínum sermerkta tónleiki, sum næstan ikki kann básast og sínum heilt serliga listarliga úttrykki í videoløgum og øðrum, eru tey ein bólkur, tú aldrin gloymir aftur. Og nýggja fløgan sær út til at vera heilt ógloymandi á sama hátt.
Sangirnir eru sera ymiskir, men mest gjøgnumgangandi er, at teir eru sterkt ávirkaðir av eitt nú hiphop og elektronika, men eisini svinga yvir í tann bleyta, meira vaporwave kenda elektro tónleikin. Eitt nú er sangurin Saturnz Barz lagdur á eitt tungt beat, og featuring artisturin Popcaan stýrir sanginum við sínum jamaikanska creole rappi við lítlari uppíblandan frá Gorillaz sangaranum 2D. Til hendan sangin hava tey gjørt eitt 360 videolag, sum tú kanst síggja í Virtual Reality brillum, og tað kann bara viðmælast at uppliva sangin soleiðis. Tó, í hinari grøvini er sangurin We Got The Power, við gestasangara Jehnny Beth úr Savages, sum næstan bara kann lýsast sum ein 80'ara pop sangur á MDMA uppá tann feita mátan.
28. apríl kemur fløgan út, og gleðir tú teg at hoyra alt tað, hon hevur at bjóða uppá, fært tú bílagt hana á heimasíðuni hjá bólkinum, www.gorillaz.com.
Hoyr sangin Saturnz Barz her:
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |