- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stuttligastu apríl-søgurnar
2. apríl er í dag, so nú er tað ikki heilt í lagi longur at ganga og lúgva fleiri ferðir um dagin. Tað var tað í gjár, og apríl-søgurnar komu úr øllum ættum bæði frá feløgum, fyritøkum, tíðindamiðlum og privatpersónum.
Politiskt stríð í Gundadali í kvøld
Í sambandi við dystin í fyrsta umfari um Løgmanssteypið í gjár millum Undrið FF og KÍ legði Norðlýsið grein út við myndini og yvirskriftini omanfyri. Ætlanin var, at Norðoyggjar og Eysturoyingar skuldu hava mótmælistiltøk móti fiskivinnuni í Tórshavn, har øll møtast í Gundadali til dystarbyrjan. Ovurstórur stuðul til KÍ og Aksel V. Johannesen, sum ger comeback!
Lesið alla apríl-søguna her.
Sakaris Stórá hevur umskrivað "Ein Dagføring" til leikrit!
Seinnapartin í gjár legði Sakaris Stórá hesa myndina út á sín Instagram vanga. Ungdómsbókin eftir Hanusi Samró er nú eftir seks vikur endiliga liðugt umskrivað til leikrit.
- Vit vænta at gera upptøkurnar í næsta summar og satsa uppá at gera tað heilt uttan almenna fígging, skrivar Sakaris Stórá.
Nýtt kurvabóltsfelag í Giza Hoyvík!
Tað kom fram á Facebook-síðuni hjá fótbóltsfelagnum Giza Hoyvík í gjár, at nú er systirfelag stovnað afturat Giza Hoyvík. Talan er um kurvabólt, og myndin omanfyri er búmerkið. Sí uppslagið her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |