Ongar »offentlige forlystelser« í kvøld

Ongar »offentlige forlystelser« í kvøld
Í dag er ikki halgidagur, men tað er tað í morgin, og tá halgidagar eru, eru nakrar reglur fyri, hvussu tú skalt uppføra teg
15.04.2017 - 19:29

Hesar reglur standa í halgidagslógini, og um tær stendur soleiðis:

 

  • § 5. Offentlige forlystelser maa Aftenen før en Helligdag ikke vedvare længere end til Midnat og slet ikke finde sted Aftenen forud for Juledag, Paaskedag og Pinsedag efter kl. 6.

 

»Offentlige forlystelser« eru dansur, konsertir, sjónleikur, biografur, "striptease", v.m. sambært løgregluni.

 

Hetta merkir, at tað hvørki er loyvt at dansa, syngja ella spæla sjónleik eftir klokkan 18, dagin fyri omanfyri nevndu halgidagar. Tó hava skeinkistøð opið sum vanligt, men við ávísum treytum, t.d. kunnu tey ikki spæla ov harðan tónleik.

 

Les eisini her um, hvat ungmannafeløgini halda.

 

Halgidagslógin kann lættiliga tykjast avoldað

Halgidagslógin er gomul donsk lóg, og núverandi lóg er frá 1924, men partar av henni stava frá 1735. Her sigur tað seg sjálvt, at samfelagið hevur flutt seg nógv síðani tá. Millum annað stendur, at ikki er loyvt at ríða á hesti ella koyra við hestavogni uttan loyvi frá løgregluni.

 

Hóast hendan lógin er donsk, so hava danir fingið nýggja lóg síðani tá, og teirra lóg er nógv meira lagalig og liberal. Har stendur nevniliga bara, at ikki er loyvt at órógva guðstænastu á halgidøgum.

 

So minst til, ikki stuttleika tær ov nógv í kvøld!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.