- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strembanin eftir einum máli
Nógv av okkum hava verið í eini tvístøðu, har vit skulu velja millum vinir, skúla, arbeiði ella ítrótt. Summar tíðir kann tað vera hart at t.d. velja fótbólt fram um familjuføðingardagar, konfirmatiónir ella sum heild vinir. Men um tú veruliga brennir fyri eina ítróttagrein, so gert tú alt fyri hann og ofrar alt, sum skal til, fyri at vera ein av teimum bestu.
Men hví velur mann at ofra alt fyri eina ítróttagrein? Og hvussu er sambandið millum at vera ungur og eitt fulltíðar ítróttafólk? Hvat drívur ein til at víga lív sítt 100% til ítróttin? Hesar spurningar hava vit fingið 16 ára gomlu Randi á Bergi at svara uppá. Hon spælir við besta liðnum hjá KÍ, og til samans fara sjey og ein hálvur tími til fótbólt um vikuna.
Randi hevur alt sítt lív búð í Klaksvík, og síðan 2015 hevur fótbóltur verið ein stórur partur av lívi hennara. Dagliga gongur hon í 1.g á Miðnám á Kambsdali, og umframt at hon spælir við besta liðnum hjá KÍ, so spælir hon eisini við U17 og á landsliðnum.
- Fótbóltur hevur hjálpt mær at fokusera í eitt longri tíðarskeið. Eg trúgvi, at miðvísa strembanin ímóti einum ávísum máli ger teg treystari uttan fyri vøllin.
Málrættað og fokuserað av fótbólti
Tá Randi varð spurd um, hví hon brúkar so nógva tíð úti á vøllinum, svaraði hon, at hon heldur tað vera sunt bæði kropsliga og sálarliga at íðka ítrótt, tí tað er ein sannroynd, at fótbóltur er góður fyri kroppin. Tað er minni vandi fyri sjúkum, og tú verður sum heild sunnari. Fyri hana hevur fótbóltur hjálpt henni at fokusera í longri tíðarskeið.
Tómt uttan fótbóltin
Randi greiðir frá, at hóast fótbólturin fyllir so nógv í dagligdegnum og kann vera ógvuliga stressandi, so hevði tað verið løgið og tómt, um hon ikki vandi fótbólt. Tí sum alt annað, so venur mann seg við alt, og mann leggur sínar ætlanir rundan um venjingarnar. Sjálvandi kann tað vera strævið, tí til tíðir sigur hon, at mann er noyddur at fara tíðliga heim, tí mann hevur eina venjing morgunin eftir.
Hon leggur aftrat, at onkuntíð má mann bara velja ítrótt fram um sosial viðurskifti. Men harafturímóti sigur hon, at lættasti mátin at fáa vinfólk er gjøgnum ítrótt, tí sum oftast eru tað eini 20 gentur á einum liði, og fyri at tað skal rigga, so mugu allar tosa saman. Hon sigur eisini, at helvtin av hennara vinfólki er hon á liði saman við, so á tann hátt javnvigar tað sosiala og fótbólturin væl. Til endans sigur hon, at tað er ringt ikki at gerast vinfólk, tá tú ert saman við teimum næstan hvønn dag.
Hugurin er har enn
Fótbóltur er ein kappingar-ítróttagrein, og til tíðir kann tað føra til strongd, bæði kropsliga og sálarliga, tá man venur so nógv, sum Randi ger. Hon greiðir tó frá, at hon ongantíð hevur mist hugin at spæla fótbólt, tí sum oftast er tað ikki av sjálvum fótbóltinum, men eisini av tí, sum er uttan fyri sjálvan ítróttin. Og í hennara føri hevur tað ikki tikið leingi at finna gleðina at spæla aftur. Tað, ið heldur henni í gongd og drívur hana, er, at hon allatíð vil gerast betri og útinna síni persónligu mál. Eisini drívur kenslan av at vinna hana. Tá tú vinnur ein dyst, so hevur tú eina fantastiska kenslu, tí tú hevur vunnið nakað, sum tú hevur stríðst eftir, tí hvør venjing er rættað eftir einum dysti, sigur Randi.
Hóast fótbóltur merkir øgiliga nógv fyri hana, og at hon hevði følt seg tóma, um hon ikki slapp at spæla, so heldur hon tað vera umráðandi at minnast til, at fótbóltur er ikki alt. Tað er umráðandi, at mann ikki letur sítt huglað fylgja við uttan fyri vøllin, tí so hevði tað verið ógvuliga óstøðugt.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |