- Tíðindi, mentan og ítróttur
House of Cards er aftur!
Skjótt kanst tú síggja tín yndis politikara, Frank Underwood aftur, tí nú kemur fimta røðin av House of Cards út!
Seinasta røðin kom út fyri meira enn einum árið síðan, og ert tú fjeppari av røðini, hevur tú sikkurt glett teg líka síðan.
Marketing-toymið handan røðina hava verið skemtilig og snúð. Tey valdu nevnliga dagin tá Trump varð tikin í eið, at almannakungera, at nýggja røðin kemur 30. mai.
Nú hava tey so eisini lagt ein brellbita út á Youtube. Brellbitin sigur ikki nógv um, hvat vit kunnu hava í væntu, men hann vísir, at enn er onki broytt. Maktgreði, sex, snýt og spenningur enn eru í hásæti.
Hevur tú ikki sæð røðina?
Uttan at siga ov nógv snýr røðin seg um Frank Underwood, konu hansara Claire Underwood og sjúku maktgreði teirra. Tey bæði skúgva alla mótsøðu til viks fyri at náa toppin, heilt til Hvítu Húsini, kosta hvat tað kosta vil!
Røðin kann viðmælast av so at siga øllum og hóast hon snýr seg um politikk, er hon als ikki moðin.
En nært tú at blíva ajour og síggja hinar partarnir, innan nýggja røðin kemur út.
Vónandi er hetta ikki seinasta røðin, og lat okkum vóna at Frank Underwood framvegis verður á skíggja í 2020, 2024, 2028, 2032 og 2036
Nýggi brellbitin er at síggja her
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |