- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beyoncé fingið tvíburar!
Heimsstjørnan Beyoncé Knowles og maður hennara Shawn "Jay Z" Carter hava fingið tveir nýføðingar, sambært fleiri miðlum. Hetta var staðfest nú abbin at tvíburunum, pápi Beyoncé, tweetaði "they're here!" og "happy birthday to the twins!"
Beyoncé boðaði annars fyrst frá at hon var við barni í februar, tá hon postaði mynd av sær sjálvari kring blómutyssum og øðrum pynti á Instagram. Myndin bleiv skjótt mest dámda myndin á øllum Instagram, við áleið 11 milliónir "likes". Á myndini skrivaði hon:
Hetta er ikki fyrsta barnið hjá teimum báðum, tey hava eisini fimm ára gomlu Blue Ivy, ið var sædd á sjúkrahúsi fyri umleið eini viku síðan. Tað var eisini áleið samstundis, sum at fleiri miðlar boðaður frá at nógv trygdarfólk vóru til staðar á sjúkrahúsi nærhendis húsinum hjá Beyoncé og Jay Z í Los Angeles.
Beyoncé hevur sjálv postað fleiri myndir við stórum búki á hennara Instagram, men hon hevur ikki postað nakað í 20 dagar, so nú kunnu vit kanska vænta eina mynd av nýføðingunum.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |