- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kenna tit Silvurdrong?
Skrivað hevur Magnus Høgenni
Síðan G! varð stovnað hevur tað verið ein festivalur har nýggjar, ókendar og alternativar røddir á føroyska tónleikapallinum ordiliga kundu staðfesta seg.
Her er mangt nýtt, løgið og áhugavert at finna, og 26 ára gamli Trygvi Danielsen úr Havn er als einki undantak. Hann er tó ikki heilt ókendur á festivaløkinum; hansara síðsta tónleikaliga projekt var "The Absent Silver King". Nú er hann so aftur, hesa ferð undir nýggjum navni; Silvurdrongur. Røddin hevur sett honum nakrar spurningar.
Hvat er Silvurdrongur?
- Silvurdrongur er eitt projekt, eg havi saman við Per Højgaard Petersen og Kára Andrias, ið komponera, meðan eg skrivi orð til. Eg veit ikki heilt, hvat fyri sjangru tað passar inn í, eg hevði heldur lýst tað sum orðasangur: tað er orðarætt kinverska orðið fyri yrking. Tað er ikki ordiliga hipp-hopp, og heldur ikki spoken word. Kanska eitt millumting, sigur Trygvi.
Hansara skrivimáti er ikki nakað, ið lætt kann lýsast. Abstraktur, men beinleiðis, ríkur í orðaráði og lýsingum, tó enn sera greiður og gerandisligur.
Kanst tú lýsa tín skrivistíl?
- Eg veit ikki, eg royni bara at vera erligur. Mær dámar væl orðaspæl, at fokka runt við orðum, at arrangera og umarrangera tey, fáa tey at ríma onkuntíð og onkuntíð ikki, sigur hann.
Trygvi er heldur ikki vanligur, tá tað kemur til at framføra; Ofta fer hann av pallinum og spælir seg runt millum fjøldina.
Hvat merkir G! fyri teg?
- G! hevur sera stóran týdning fyri føroysku tónleikasenuna og fyri meg. Serliga tá eg var yngri, frá 14 og uppeftir, eg var so spentur at fara dagarnar áðrenn festivalin. Spenningurin er ikki tann sami í dag, men hann er har enn. Nú er tað so heldur blivið til, at eg eri spentur til at framføra, sigur Trygvi Danielsen at enda.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |