Ummæli: Grotto Konsert

Ummæli: Grotto Konsert
Summarið í Føroyum hevur nógv at bjóða, og kanska fyri okkum føroyingar er tað ikki so spennandi at ganga niðan á eitt fjall, men ein “grotto konsert”? Tað er vert at royna
18.07.2017 - 21:54

Vit kenna øll gomlu sluppina Norðlýsið, har fúsi Brigir Enni er skipari. Tað var øðrvísi at koma umborð á hendan bátin, fleiri útlendingar vóru har, og teir allar flestu vóru so væl ílatnir, at teir sóu út til at vera nakrir útstappaðir pinguvinir. Í mun til føroyingarnar umborð, sum bara vóru í skipstroyggju ella í onkrum regnjakka, sóu turistarnir út til at hava ætlanir um at ganga niðan á Mount Everest.

 

 

Ein klarinett í einari grottu

Vit loystu frá, og spakuliga komu summarfuglar í búkin. Hetta ljóðar kanska sum ein kliché, og sum um eg ongantíð áður havi siglt við Norðlýsinum fyrr, men tað havi eg. Í hesum føri veit man ikki heilt, hvat man skal vænta. Vit skulu inn í eina grottu at lurta eftir tónleiki. Á hesari “grotto konsertini” var nevniliga ein klarinett-spælari. Tað var ikki tí, at eg havi serligan áhuga fyri akkurát klarinett, at eg fór, men eg hugsaði, at tað kanska var heldur øðrvísi at hoyra eina klarinett runga í einari grottu.

 

 

 

 

 

 

Eystan fyri Nólsoynna

Vit sigldu eina góða løtu út úr havnini, og síðani komu vit eystur um Nólsoynna. Vit fóru framvið oynna og sóu nakrar heilt aðrar vinklar av oynni, til dømis sóu vit eitt hol, ið kallast fýsukonan. Tað er eitt hol, ið fýsir, altso, sum ein geysir, men tað fýsir bara vatn úr einum holi. Tað var vakurt at síggja og at hoyra søgur um hesa fýsukonuna undir Nólsoynni. Komin eystur um oynna, gjørdist tað kalt, og vit fingu bjóðað kavadraktir at fara í, tí í grottuni var tað sera kalt, søgdu tey umborð. Vit sigldu, og at enda komu vit so langt eysturum, at man kundi síggja Nólsoyarbygd aftur. Fyrst hugsaði eg, hvør grotta í Føroyum man vera so stór, at Norðlýsið passar inn í hana? Men so sá eg, at RIB62 bátarnir vóru við okkum, og at vit nú skuldu leypa yvir í teir. Sum tann sera djarvi (ella ikki) persónurin, eg eri, tók tað mær eina løtu, áðrenn eg samlaði mót til at leypa í bátin. Tíbetur lendi eg trygt og gott í bátinum, og síðani hildu vit avstað ímóti grottuni.

 

 

 

 

 

 

 

Hevur tú nakrantíð gráti av tónleiki?

Tað var so løgið at sigla undir hesum stóra berginum, ið var uppi yvir grottuni. Jú nærri vit komu, jú størri gjørdist tað heila. Tað var ræðandi, men tó var tað so vakurt, at eg trúgvi, at um eg var ein útlendingur, so hevði eg allar helst sitið og gapað allan vegin. Vit komu so inn í grottuna, har var myrkt, kalt, og hugdi tú inn í grottuna, sást einki annað enn svart. Tað var ógvuliga løgið at hyggja inn í myrkrið og ikki vita, hvat var har. Sjógvurin rungaði í grottuni, og við eitt byrjaði tónleikurin. Tað ljómaði um alla grottuna, vakurt klarinett-spæl og eisini klaver ljómaði aftanfyri. Eg kendi ikki tónleikin, tó, so helt eg, at hetta var avgjørt vakrasti tónleikurin, man kundi hoyra í einari grottu undir Nólsoynni. Tað var fantastiskt, og áðrenn man visti av, so vóru tónleikararnir lidnir at framføra, og vit vóru ávegis út aftur. Eg legði merki til, at fleiri turkaðu sær um eyguni, tá báturin kom út í dagsljósið aftur.

 

 

 

 

 

 

Vit skuldu heim, men...

Vit vóru inni í grottuni í ein tíma. Man misti beinanvegin tíðarkensluna inni í grottuni, og tað var fantastiskt. Umborð á bátinum aftur settust fólk, og tað var mest sum friður á bátinum. Tað var, sum um at fólk enn høvdu tónleikin og sjógvin í oyrunum. Eg veit, at eg hevði. Síðani vóru vit ávegis heimaftur, og enn einaferð fóru vit fram við oynni, og síðani komu vit um bogan og sóu enn einaferð Havnina. Nú vóru vit skjótt inni í havnini aftur, men við eitt rópar ein av manningini “EIN GRIND!”. Brádliga vóru vit mitt í einari grind, og boð vórðu send eftir fleiri bátum at reka vælsignaðu grindina inn á Sandagerð. Grindin gekk gott, og upplivingin var serstøk, tí hvør hevur verið í grind við Norðlýsinum? At enda komu vit inn á land, og eg kann við gleði goyma hesa fantastisku ferðina í mínum hjarta.

 

 

 

 

 

 

 

“Grotto konsertin” við Norðlýsinum fær 6 út av 6 R’um frá Røddini.

 

 

 

 

P.S. Grindin fór til eldrasambýlini og onnur líknandi sambýl, ið ikki so lættliga fáa fatur á grind.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.