Stílurin: Lydia Sólheim

Stílurin: Lydia Sólheim
- eg vildi sagt, at stílurin hjá mær er summarsligur alt árið runt
18.08.2017 - 10:53

Silvia Súnadóttir Kristiansen hevur tikið myndirnar

 

Hesa ferð er tað 19 ára gamla Lydia Sólheim, sum gongur á triðja árið í Hoydølum, sum er við í stílurin. Hennara stílur er sera litfagur og summarsligur, sum mann ikki sær ofta í Føroyum.

 

- Eg vildi sagt, at stílurin hjá mær er summarsligur alt árið runt og rættliga femininur. Mær dámar væl ljósar litir og felli altíð fyri blómumynstrum.

 

Hon fær íblástur frá øðrum gentum, sum hon sær í bussinum ella á gøtuni, sum fáa hana at hugsa: "Hetta vil eg keypa!". Hon gongur ikki upp í merkivørur, men heldur hvussu vøran er framleidd. Hon leggur serligan dent á at vera meira tilvitað um tað, hon keypir.

 

- Eg vil heldur gjalda eitt sindur eyka fyri, at klæðini ikki eru framleidd av børnum, ella yvirhøvur undir ómenniskjaligum umstøðum. Tað er verri, enn mann heldur, men vónandi fer tað at ganga rætta veg komandi árini og gerast lættari at keypa klæðir við góðari samvitsku.

 

Sjálvt um Lydia ikki gongur so høgt uppí hennara klæðir, so dámar henni væl at gera eitt sindur burturúr, tí at hon tímir betur at vera saman við fólki, um hon kennir seg væl í tí, sum hon er í.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.