- Tíðindi, mentan og ítróttur
Soleiðis tekur tú eina perfekta selfie
Eftir Christinu Joensen
Eg geri tað. Tú gert tað. Øll taka selfies. Summi oftari enn onnur. Og nú verður granskað í hesum als ikki nýggja fyribrigdinum.
Røddin_X brúkar vísind og vitan til at viðgera ymisk evni. Nú lata vit okkum í vísindaligu brillurnar og granska: Selfies!
Tá vit taka selfies, kunnu tað vera ørkymlandi nógvir møguleikar at velja í. Av góðum grundum, tí hvør vinkul vísir ymiskar síður av okkum. Tað vilja granskarar á Universitetinum í Bramberg, Týsklandi, í øllum førum vera við. Vit kunnu simputhen stýra ta fatanina, sum onnur fólk fáa av okkum alt eftir, um vit taka frá høgru ella vinstru síðu.
Hvat kunnu vinklar siga um tína persónligheit?
Kanningin varð gjørd soleiðis, at nakrar selfies vórðu vístar fyri fólkum, sum síðani blivu spurd, hvørja fatan tey fingu av fólkunum á myndunum.
Eitt úrslit, granskararnir komu fram til, var, at kvinnur síggja meira intelligentar út, um myndin verður tikin frá høgru við einum vinkli uppá 30°. Hjá monnum var hesin sami vinkulin við til at gera, at teir sóu meira sympatiskir út.
Eitt annað, sum tey funnu fram til, og sum eisini er stuðlað av nógvum øðrum kanningum, er, at vinstra síðan av andlitinum er meira eiggilig hjá bæði konufólkum og mannfólkum (tvs. tú skalt taka mynd av tíni vinstru síðu, tá tú tekur mynd til Tinder).
Tað vísti seg eisini, at ein hægri vinkul eisini økir um, hvussu lekkur persónurin á myndini tekur seg út.
Semja frá gomlum meistarum
Stuttligt nokk tykist vinstra síðan av andlitinum ikki einans vakrari, tá vit tosa um selfies. Ein stórur partur av gomlum málningum, málaðir av kendum listafólkum, vísa eisini vinstru síðu av andlitinum oftari enn høgru . Ímillum hesar eru myndir sum Mona Lisa, Gentan við Perlu Oyralokkinum og Føðslan av Venus.
Hóast tey gomlu listafólkini tykjast hava dámað vinstru síðu betur, so er ein størri partur av sjálvsmyndunum, sum tey málaðu, av høgru síðu.
Hetta samsvarar ikki við hini úrslitini, og man skuldi trúð, at listafólk, sum brúka so nógva tíð uppá eina mynd, høvdu valt vinstru síðu. Ymsar orsøkir kunnu vera til tess, so sum stílur, og nær málningurin er frá, men serliga er ein møgulig frágreiðing, sum tykist vera tann mest sannlíka; tá ið listafólk gjørdu sjálvsmyndir, noyddust tey at brúka eitt spegl, og heldur enn at snara myndini við aftur, kopieraðu tey spegilsmyndina beint á løriftið.
Um so var, undirstuðla gamlar sjálvsmyndir eisini teoriina um, at tann vakrasta síðan at taka myndir frá er vinstru megin andlitið.
Tað, at tann vinstra síðan er meira dragandi, kemur allar helst ikki óvart á hjá teimum, sum eru serkøn í at taka selfies. Men hvat kunnu vit læra av hesari granskingini í selfies?
1: Tak myndir av tíni vinstru síðu, um tú vilt síggja gott út.
2: Tak myndina uppi frá, um tú vilt økja um títt LHP-virði (altso títt lekkurheitspotentiali).
3: Ert tú kvinna, og vilt tú heldur útstrála intelligens, skalt tú taka myndina frá høgru við einum vinkli uppá 30°.
4: Ert tú maður og vilt útstrála sympati, skalt tú eisini taka myndina frá høgru við einum vinkli uppá 30°.
Keldulisti: Researchgate.net, US National Library of Medicine, Science Direct, Ritgerð um portrettir, Ritgerð um sjálvsmyndir.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |