- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mest unikka ølbarrin í heiminum
Skrivað hevur: Katrin Joensen-Næs
Tikið myndir: Hanna Davidsen
Mikkel Borg Bjergsø hevur opnað eina nýggja barr Heima í Havn. Hann hevur stórar vónir um ætlanina. Hann byrjaði so smátt at bryggja øl í sínum køki í Keypmannahavn, nú er hann víðagitin sum ein av teimum mest nýskapandi ølbryggjaranum í heiminum og eigur heili 33 barrir kring knøttin.
Visiónin aftaná fyri ølirnar hjá Mikkeller er at gera øl, sum bjóða konseptinum við einari góðari øl av. Hetta gera tey við at brúkar hitt besta tilfarið, og at arbeiða við kreativum fólki kring allan heimin. Hetta hevur borið nógvar speciellar øl við sær, t.d. øl við vietnamesiskum Kopi Luwak kaffi, Chipotle chili, lychee fruktir – bara fyri at nevna nakrar fáar.
MEST UNIKKA ØLBARRIN I HEIMINUM
Øl-verðin er ógvuliga definerað, bæði innan hvussu øl eigur at smakka, og innan hvørja funktión ein barr eigur at hava. Hetta staðið fer burtur frá øllum definitiónum. Kanska eru ta tær somu ølinar mann drekkur, men stemningurin og umhvørvið eru heilt ørvísi. Mikkel forelur:
- Hendan barrin er tann mest unikka ølbarrin í heimum, tað vil eg faktiskt loyva mær at pástanda. Hetta verður eitt stað, sum fólk fara at ferðast til fyri at uppliva.
- Vit sita í einum húsum, sum eru frá 1500 talinum. Tað er eldri enn USA. Hetta er okkurt vit siga við okkara amerikansku vinir, altso at ”vit opna eina barr, sum er eldri enn USA
- Eg veit, at fyri føroyingar er hetta kanska ikki nakað specielt stað. Men vit sita í einum rúmi, sum hevur ein klett við einum springvatni stingandi úr vegginum. Tað kemur vatn úr vegginum í okkara barr. Og takið er pillhamrandi skeivt. Ein partur af hesum endanum av rúminum er ein hálvur metur hægri enn yviri í hinum endanum. Tað er sgu feitt fyri okkum... Vit hava ongantíð sæð nakað líknandi.
- Fyri meg er tað nógv meira spennandi, enn at opna onkra stóra barr í onkrum stórbýi í USA.
VIL FLYTA GRENSIR
Í Føroyum er hent nógv innan tað kulinariska seinastu árini. Matmentanin er blivin heimskend; KOKS hevur fingið sína fyrstu Michelin stjørnu og Ræst opnaði síðsta ár, við fokus á tí føroysku ræsingini.
Áður borðreiddu føroysku matstovurnar við mati, sum tey vistu fólk vildu hava. Typiskt er talan um kjøt, epli og sós. Matmentanin hjá okkum fór ikki at spíra, fyrr enn vit byrjaðu at flyta grensir. Hetta vil Mikkeller gera fyri tí føroysku ølmentanina.
- Eg kenni tey sum eiga Okkara. Teirra øl eru øgiliga tryggar. Tað eru øl, ið man veit at fólk drekka. Men um vit ikki royna at flyta grensirnar, so læra vit heldur einki.
Hann sigur seg hava tosað við Petur í Okkara, ið hevur sagt, at líka síðani teir gjørdu Gullhornið, hava tey í Okkara viljað sjálvur viljað eksperimentera við fleiri ymsum sløgum av øl
- Teir vilja jú eisini byrja at skumpa undir grensirnar.
Gullhornið er ølin, ið Okkara og Mikkeler hava samstarvað um.”Gullhornið” eitur eftir húsúnum, har Mikkeller hevur opnað barr.
- Vit vilja gera kvalitets øl, sum kann blíva eitt seriøst alternativ til vín og sjampanju, tá ið man borðreiðir við gourmet mati.
Lond sum t.d. Frakland framleiða nógv dýr luksus vín. Vín er blivið altjóða drykkilsi, tá ið man etur á fínum matstovum, eisini í Føroyum. Men vín riggar ikki til føroyskan mat. Tí er tað fantastiskt at vit hava fingið eina luksus øl, til tá man etur føroyskt gourmet.
- Eg vóni, at vit kunnu vera við til at skumpa undir mátan, man uppfatar øl uppá. Úrvalið av øl í Føroyum sum nú er, minnir nógv um úrvalið sum var í Keypmannahavn fyri 10 árum síðani, í tíðini har øll drukku pilsner. Vit vilja vísa, at øl kan geva fleiri upplivilsir, enn bara at vera okkurt man drekkur fyri at sløkkja tostan.
Ølirnar hjá Mikkeller kosta umleið 100 krónir, men fyri hendan sama hundrakrónseðilin ber til at fara aðrastaðni at drekka nærum óavmarkaðar nøgdir av pilsner og veðri. Mikkel sigur tó
- Endamálið er produktið, ikki tað, at halda prísinum niðri.Eg haldi at man skal skilja tey bæði frá hvørjum øðrum. Eg haldi ikki, at tað er nakað galið í, at sum ungur kann mann drekka massar av øl fyri hundrað krónur. Men inn ímillum, set teg við einum vinfólki og drekk eina øl ella tvær. Smakka uppá tær og fá eitt upplivilsi burturúr. Hugsa um hesa barrina, sum tá ið tú fert á matstovu. Har fert tú fyri at fáa eitt upplivilsi og at smakka okkurt.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |