- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lærarar eru púra samdir í trappustreykuni
Skriva hevur : Katrin Joensen-Næs
15. november er aftur trappustreyka í Hoydølum. Streykan snýr seg um ein teldupost, sum er komin frá Mentamálaráðnum og Fjølrit um, at næmingar frá nú av skulu gjalda 250 kr. hvørt skúlaár til undirvísingartilfar. Peningurin fyri hetta árið skal vera inni í seinasta lagi 15. desember 2017.
Kinna Poulsen, lærari í Hoydølum, sigur:
- Eg haldi, tit skulu siga nei. Tað eru vit nógvir lærarar, sum halda. Tað er órímiligt at senda næmingum eina rokning uppá 250 krónur uttan ávaring. Men eg haldi eisini, at Fjølrit skal hava pengar fyri kopiering, sol at nakrir pengar koma út aftur til høvundarnar. Men tað má kunna skipast betur, so at næmingarnir hava tíð at umráða seg, sigur Kinna.
Boðini eru ikki komin gjøgnum lærararnar.
- Vit vita einki um hatta og hava onga ávirkan. Mentamálaráðið hevur sent teldupostin beint til næmingastevnuna.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |