- Tíðindi, mentan og ítróttur
At venja frælsan ítrott er ein stór avbjóðing í Føroyum
Journalistur: Rói Sørensen
19 ára gamli Tórur Mortensen hevur vant frælsan ítrott í 8 ár, hann byrjaði í 2009, og í 2013 gavst hann við fótbólti fyri at fokusera uppá frælsa ítrottin. Tórur sigur, at grundin til, at hann gjørdi hetta, var, at hann sá seg sjálvan koma longri innan fyri frælsan ítrott enn við fótbóltinum. Tórur Mortensen er í dag ein av teimum bestu í Norðorlondum til ítrottagreinina 3 støkk.
Má fyrrireika venjing eftur veðrinum
- Frælsur Ítrottur er ein grundleggjandi ítrottur, har mann leggur dent á til dømis renning, at kasta og at leypa. Tað fortelur Heri Ziska, venjari.
Hann byrjaði einaferð síðst í 90´inum sum venjari í kast, men í 2008, tá felagið Hvirlan bleiv stovnað, gjørdist tað meira seriøst hjá Hera Ziska. Í dag er Heri venjari hjá øllum aldursbólkum og í øllum ítróttagreinum, sum Hvirlan hevur at bjóða.
Um summarið venur Heri Ziska Hvirluna á Tórsbreyt, og Heri heldur, at umstøðurnar um summarið eru sum so í lagi, men um veturin er útivenjing ein stór avbjóðing.
“Í løtuni má eg skipa venjingina eftir veðrinum, og tað er ikki akkurát tann best mátin. Tann besti mátin er at leggja venjingina til rættis, eftir hvat ið mann vil klára, ikki hvussu veðrið er”.
Heri heldur á fram, at “Frælsur ítrottur er ein grein, sum ikki riggar væl, tá tað er kalt og ringt veður. Serliga tá tú skalt venja sprint og tekniskar greinir, tí tú mást hava intensitet í venjingini. Fyri at fáa intensitet í venjingina, mást tú hava pausir í venjingini, og at hava pausir, tá ið tað er frost, kalt og nógvur vindur, er ein stór avbjóðing“.
Heri sigur, at um mann fekk eina innandura høll til frælsan ítrott, kundi mann vant alt árið runt, fyribyrgt skaðum, havt eina meira effektiva venjing og ein meira hóskandi intensitet í venjingini - eisini um veturin.
Heri sigur, at um mann ikki far betur umstøður, so verður tað ein avbjóðing at fáa føroyingar á eitt støði, sum hann veit, vit kunna koma á.
Ov nógvur vindur fyri at fáa góðkenda tíð til kapping
- Tað er ikki bara um veturin, at klutur kemur í. Fyri at fáa eina góðkenda tíð í longdarlopi skal tað ikki vera meira enn 2m/sek. Tað sama er galdandi í ítróttargreinini 3 støkk, sum er grein Tórs.
Tað er heilt vanligt, at tað er ov nógvur vindur á Tórsbreyt, sigur Tórur Mortensen, sum hevur vunnið gull í DM 2016 í 3 støkk, har hann leyp 14,39 metrar.
Viljin hjá Tóruri er tað, sum heldur honum í gongd. Tórur sigur, at mann fær lovað betri umstøður, men mann sær lítið og einki til tað. Tórur heldur tó fast við, at hann er glaður fyri Tórsbreyt.
Um veturin venja tey í Hvirluni í ymsum smáum fimleikahallum í kommununi, men hatta er langt frá gott nokk, tí mann fær ikki tað burturúr, sum man eigur.
Tórur og Heri saman við øllum, ið íðka frælsan íttrott í Havn, skilja ikki, hví mann ikki kann brúka pengar uppá frælsan ítrótt, tá mann brúkar pengar til aðrar ítrottargreinir í Tórshavnar Kommunu.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |