Jólatimburmenn

Jólatimburmenn
2. jólakvøld var í gjár, og um tú ert ein av teimum, ið fekk eitt lítið sindur for nógv av tíð góða, so skalt tú heilt víst lesa víðari.
27.12.2017 - 14:00

Tað er 27. desembur, og tú hevur allar helst fingið eitt sindur ov nógv av tí góða. Náttin var lang, og man var ikki heima, fyrr enn morgunin var komin. So líðandi koma timburmenninir sníkjandi, og tað einasta, man hevur hug til, er at grava seg niður í eitt djúpt hol. Og teir ringastu timburmenninir eru teir moralsku, og teir gera als ikki støðuna betri. Fyri at lætta um støðuna hjá teimum flestu ungu í Føroyum, so hevur Røddin sett nøkur ráð saman, ið ein sum tú heilt sikkurt hevur tørv á.

 

Et lættan mat

 

Aftaná hesar jóladagarnar hava tey flestu ikki gjørt annað enn at fylt seg við tungum mati, karamellum, rís a la mande og sodavatn. Hjá summum er alt kanska komið upp aftur í meðan býtúrurin stóð á, og hini hava konstant vaml. Tí er tað týdningarmikið ikki at eta nakað serligt í dag og bert drekka nógv vatn. Fá tær kanska ein kopp av suppu og salt keks.

 

Nógvan svøvn

 

Eitt tað besta fyri timburmenninar er at fáa nóg nógvan svøvn. Typiskt vaknar man alt ov tíðliga, tá man hevur verið ‘på druk’. Um tú ert ein av teimum, ið hevur sovið ov lítið, so legg teg aftur. Við svøvni so arbeiðir kroppurin ímóti alkoholinum, og samstundis merkir tú einki til timburmenninar.

 

Eitt brúsandi glas

 

Tú smakkar enn colaina frá rom og cola, og tú vilt enn spýggja bara við at hugsa um Red Bull og Små Sure. Tí er nokk ikki so smart at drekka nakað, ið líkist hesum. Halt teg langt burtur frá cola í nakrar dagar, vildi eg mett. Men ein drinkur, ið altíð hjálpur, er góða gamla Sprite og til loysingarfólkini Jolly Time. Tað smakkar ikki av nøkrum og hevur deiliga nógv brús í og passaliga søtt.

 

 

 

Lime og Sitrón

 

Í hesum sambandi meinar man ikki við Tequila-skot. Men eitt, ið hjálpir mær, er at drekka ísakalt vatn við sitrón og lime í. Ella at skera sær nakrar skivur við síðuna av og eta tær, men tað er kanska ov súrt fyri summi. Tað er lekkurt, tí tað vinnur á øllum tí søta alkoholinum, tú hevur drukkið náttina fyri.

 

Film og avslappning

 

Hvat er betri enn at liggja í songini hundasjúkur og hyggja eftir einum góðum klassikara? Tað eru nógvir góðir at velja í, og teir bestu kann man diskutera. Vit hava so funnið fram til 8, ið heilt vist kunnu brúkas0t: Titanic, Love Actually, Harry Potter, Taken, The Hangover, Zoolander, Goal og She is the man.

 

Fríska luft

 

Tað síðsta ráðið, Røddin hevur at geva, er at fáa sær fríska luft. Gang ein lítlan túr ella koyr títt vindeyga upp og lufta væl út í kamarinum. Einki er so gott sum at koma inn í eitt reint og vælluftað kamar, tá man hevur timburmenn. Fær eisini í brúsu við køldum vatni og balla teg væl aftaná.

 

Vónandi hevur tú ein góðan dag víðari og fært lættað um við hundasjúkuni. Teir moralsku timburmennininir mást tú sjálvur klára.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.