Einar veganaravinarligar Føroyar

Magnus Lydersen hevur teknað
Einar veganaravinarligar Føroyar
Nógv halda, at føroyskur matur og veganskur matur eru mótsetningar, men so er ikki.
14.01.2018 - 17:57

Tað, sum setti føroyska matmentanina á heimskortið, er okkara sermerkta kjøt og fiskur. Hóast hesar rávørur draga nógvar ferðagestir til Føroyar, so eru Føroyar ikki fyrsta staðið, man hugsar um at fáa sær eina kulinariska uppliving, um man er veganari.

 

Men tað vísir seg, at Føroyar hevur nógv grønt at bjóða - flestu vita bara ikki av tí. Røddin hevur gjørt samrøðu við kokkin Leif Sørensen, sum granskar í føroyskum mati.

 

Føroyskt grønmeti er betri enn danskt

 

Ein mangan hoyrdur setningur er ”einki veksur í Føroyum”, men so er ikki. Veltan er ein fyritøka á Sandi, sum framleiðir føroyskt grønmeti. Tey framleiða ikki bara eplir og rabarbur, sum mann skuldi trúð, men eisini røtur, kolorabi, hvítarót, purrur, glaskál, gularøtur, grønkál o.a.

 

- Eg vænti, at tey fara at læra nógv á Sandi, og tann lærdómin kunnu vit nýta at skapa stórar broytingar í Føroyum. Kanska kemur ein dagur, har vit kunnu forsýna øllum Føroyum við føroyskum grønmeti, sigur Leif Sørensen.

 

Fyritøkan nýtir donsk fræ. Men hóast fræið er líka sum í Danmark, er vøran heilt ørðvísi.

 

- Dygdin á tí føroyska grønmetinum er óvanliga góð. Av tí at tað er so kalt í Føroyum, so sleppur grønmeti at vaksa spakuliga – tað gevur ein intensan smakk.

 

Hetta vil siga, at kuldin, sum nógv halda er ein trupulleiki fyri føroyska gróðrarlívið, faktiskt er ein fyrimunur. Leif Sørensen leggur afturat:

 

- Beinanvegin grønmeti verður álopið av kríatúrum, so verður tað bittert. Men í Føroyum klára kríatúrini í moldini seg ikki væl í kuldanum. Orsaka av at kríatúrini ikki eru serliga aktiv, so fær til dømis ein føroysk gularót ikki hendan sama bitturleikan sum ein donsk.

 

Tari er framtíðin

 

Tari hevur meira protein enn høsnarungi. Fýra ferðir meira C-vitaminir enn eitt súrepli. Fýra ferðir meira A-vitaminir enn grønkál og fýra ferðir meira kálk enn mjólk.

 

- Tað verður mett, at um nøkur ár verður ikki nokk av mati. Tí er man byrjaður at viðmæla insekt og tara. Tað vil siga, at í framtíðini verður ein stórur marknaður fyri tara. Í Føroyum er havið reint, so um vit læra at brúka tann føroyska taran betur, so kunnu vit blíva førandi innan tann marknaðin.

 

Allur tari er etandi, og hann er lættur at heinta.  Man kann millum annað kóka tara í øl og soya, turka hann ella mala hann til pesto.

 

 

Nýggi føroyski køkurin

 

Føroyska matmentanin fer aftur fleiri túsund ár, til tá víkingarnir búsettu seg á oynni. Um tað mundið var lítið av matið, og veðrið var ónáðiligt.

 

Um summarið bar til at hava onkrar lítlar veltur við grønmeti, men fokus var á kjøti og fiski, sum kundi geva nokk av orku til at klára seg gjøgnum veturin. 

 

Tað, sum eyðkennir okkara matmentan, er kynstrið at yvirliva. Tað er ræsingin, turkingin og saltingin, ið serliga seta sítt dám á. Í dag er eingin stórvegis orsøk til at nýta hesar hættir, tí vit hava bæði frystiboks og kuldaskáp. Men vit føroyingar eru ógviliga stoltir av okkara matmentan, tí við henni minnast vit aftur á eina harða tíð, og hvussu vit sum ein tjóð kláraðu at berjast gjøgnum.

 

Soleiðis ljóðar ein lýsing av tí gamla føroyska køkinum. Men føroyskur matur er broyttur nógv gjøgnum tey seinastu árini við bæði KOKS og kokkum sum Leif, sum seta sítt prei á einar gastronomisk nýmótans Føroyar.

- Nú mann er farin at dyrka grønmeti og er byrjaður at seta seg inn í taraframleiðslu, so er møguleiki at gera okkurt burturúr teimum nýggju rávørunum. Hetta kann opna upp eitt grønt pláss í tí nýggja føroyska køkinum, sigur Leif Sørensen.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.