- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klumman: Ósosialur av eini orsøk
Skrivað hevur: Magnus Lydersen
Øgiliga ofta verður tað væntað av einum, at man skal vera sosialur, at man skal duga at tosa um lítið og onki við fólk, sum man leggur lítið og onki í. Leingi royndi eg at vera sosialur og at duga at vera sosialur, men sum tað vísur seg, er tað ikki neyðugt.
Tað einasta tú fært burturúr at møta upp til sosial tiltøk, sum tú egentliga ikki tímur at møta upp til, er óneyðugt drama og stress. Ja, kanska møtir man onkrum, sum man kennir og fær eitt fittligt prát, men er tað vert kjansin?
Kennir tú tað, tá man er úti við vinfólkum, og so byrja tey at skeldast ella at trætast um okkurt, sum bara yvirhøvur ikki rakar teg uppá nakran máta? Ja, soleiðis er viðhvørt. Og tá hugsar man kanska "ja tað hevði sgu ikki verið so galið, at ligið heima og hugt eftur netflix beint nú". Gott nokk eri eg ein rættuliga still og afturhildin typa, men tað er eisini ein orsøk til tað. Tað er lætt. Tað er lætt at vera stillur og sita og tekna ella lurta eftir tónleiki. Ella soleiðis er tað hjá mær í øllum førum. Ja, kanska fekk man ikki slaturin við, um hvat hendi síðsta vikuskifti í býnum, men rakar tað veruliga meg? Skal eg hava eina meining um, hvat summi fólk gera uftanfyri fish n chips eina leygarnátt?
Summi kunnu gott halda tað, at man er keðiligur, tá man heldur situr heima eitt leygarkvøld og drekkur te og teknar enn at fara í býin, ella hvat tey nú gera. Men man sleppur undan so nógvum óneyguðum roksi. Tað hevur altso sínar fyrimunir at vera ein lone'ari.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |