Amnesty tiltak í Perluni

Amnesty tiltak í Perluni
19.04.2018 skipaðu ung í Amnesty fyri einum tiltaki við heitinum „Býr ein gerandisaktivistur í tær?“. Á skránni vóru tveir fyrilestrar. Mousta Mou, yngsti sakførari í Danmark, og norska Nancy Herz aktivist. Vit prátaðu við nakrar av gestunum til tiltakið
20.04.2018 - 07:12

 

Angelika, 15 ár, býr í Sandavági

 

- Vinkonan hjá mær spurdi um eg hevði hug at koma og lurta eftir hesum báðum fólkunum, eg helt tað var interisant, so eg kom bara við. Mær dámdi væl tað hann (Mousta Mou) segði um læraran hjá sær, og hvussu tey hjálptu honum í skúlanum.

 

Ert tú ein gerandisaktivistur?

 

- Eg veit ikki hvat tað er.

 

Bergur Dalsgarð, situr í nevndini í Amnesty, lesur til Sjúkrarøktarfrøðing ("Sjúkrasystur" sigur hann sjálvur)

 

Ert tú ein gerandisaktivistur?

 

- Mær dámar væl at engagera meg í tilvildarlig støð. Í síðstu viku meldaði eg meg í ein facebook bólk sum eitur „Young Nigerian farmers“. Har eru ungir nigerianarar sum tosa um hvussu teir velta vatnmelónir og mais ella yams. Ein partur av mannarættindastríði er jú at læra verðina at kenna.

Ein á bólkinum spurdi um pengar at byrja ein garð við.

Eg fór so og hugdi eftir hvør hesin var, og skrivaði og spurdi um hann hevði nakra „buisness plan“. Eg fann útav at tað hann manglaði svaraði til 800 føroyskar krónur. Eg vendi so aftur til hann dagin eftir, og segði at eg „nú hevdi funnið fólk“ sum tímdu at stuðla hesum her. So sendi eg honum peningin fríggjadagin í síðstu viku, og mánadagin fekk eg eitt video frá honum har hann fór til handils at keypa útgerðina. Nú hevur hann leiga sær seks stykkir av jørð fyri eitt ár.

 

 

Hervør Pálsdóttir, 22 ár, lesur politik og umsiting á Fróðskaparsetrinum.

 

- Eg haldi tað er gott at koma og lurta og hoyra hvat onnur halda, og hoyra teirra søgu, fyri at lættari kunna seta í samband við ting sum mann arbeiðir fyri í Føroyum, og eisini at síggja onnur fólk í Føroyum sum brenna fyri ymiskum tingum.

 

Ert tú ein gerandisaktivistur?

 

- Eg eri forkvinna í Unga Tjóðveldi, og annars brenni eg fyri at fáa fría fosturtøku í Føroyum og arbeiði gjøgnum „Frítt val“. Annars haldi eg at allir spurningar í samfelaginum eru ungdómsspurningar og eg royni altíð at fáa ungdómsrøddini hoyrda. Vit eru i samfelaginum nú, og koma eisini at vera tað í framtídini, so eg haldi tað er viktugt at fáa perspektivið hjá øllum við.

 

 

Gunnhild Persson, 24 ár, lesur politik og umsiting á Fróðskaparsetrinum og arbeiðir í Brell.

 

- Eg eri áhuga í aktivismu, og helt at tiltakið ljóðaði spennandi. Eg hevði hug at fara oman og læra um hvat tey høvdu at siga. Eg bleiv ræðuliga inspirerað av teirra søgum.

 

Ert tú ein gerandisaktivistur?

 

- Eg royni at verða „gerandisaktisvist“ og arbeiða fyri tí eg trúgvi uppá. Eg eri líkasum Hervør við í „Frítt val“, vit royna at arbeiða fyri fríari abort í Føroyum. Og í politiska unmannafelaginum hjá Tjóðveldi.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.