- Tíðindi, mentan og ítróttur
7 dagar uttan vatn
skriva hevur Rannvá Dahl Hanusson
Eg valdi at taka avbjóðingina at liva uttan vatn í eina viku. Tað merkir ongin kontakt við vatn virhøvur. Eg visti, at tað fór at vera ein avbjóðing, men tað var vert at royna.
Klár uppá eina viku uttan vatn.
Dagur 1 – Týsdagur
Fyrsti tankin um morgunin var “Eg eri tyst. Eg má drekka vatn.” Men eg noyddist at drekka djús. Á wc’inum, fangaði eg mær beint áðrenn eg skuldi tendra kranan og vaska hendur. Tað var nær við. Hondspritt var alternativa loysnin. Hárið var longu feittut, sjálvt um eg hevði verið í brúsu kvøldið fyri. Øv.
Eg bustaði tenn uttan at skola tannbustina. Tannkremið var turt og smakkaði illa.
Til døgurðan fylti eg glasið við vatni av vana, og fekk mær ein slurk. Men so mintist eg, at tað skuldi eg ikki gera. Ups.
Snýt: 1
Dagur 2 – Mikudagur
Eg var dehydrerað allan dagin. Tað regnaði (sum altíð), so læt meg væl í, men eg slapp ikki undan nøkrum dropum. Eg slapp heldur ikki undan vatninum, tá eg vaskaði upp, sjálvt um eg brúkti handskar.
Eg var longu blivin troytt av at drekka djús. Hvør skuldi trúð tí? Eg elski djús. Eg fann eina hálva lime í køliskápinum. Eg át hana fyri at fáa onkra vætu niðurum.
Snýt: 3
Dagur 3 – Hósdagur
Turr shampoo, perfuma og meira turr shampoo og perfuma. Triði dagurin uttan at fara í brúsu. Eg kendi meg vemmiliga, men turr shampoo og perfuma hjálpti eitt sindur.
Neglirnar vóru øgiliga skitnar, tí eg hevði ikki vaskað hendur við vatni í langa tíð. Eg visti ikki, at tað gjørdi so stóran mun.
Eg mátti snýta um kvøldið, so snýtti ordiliga. Eg vaskaði hendurnar og drakk eitt stórt glas av vatni. Tað kom væl við.
Snýt: 2
Dagur 4 – Fríggjadagur
Eg fekk eina vinkonu at flætta hárið, tí tað sær minni feittut út við flættum.
Eg mátti snýta nakrar ferðir, tí eg skuldi út at rógva. Tað var ómøguligt at sleppa undan at blíva vát – og so mátti eg eisini drekka vatn. Um kvøldið fór eg til konsert við einari vinkonu. Eg føldi meg illa at vera rundanum fremmand fólk, tí eg hevði ikki verið í brúsu.
Snýt: 5
Dagur 5 – Leygardagur
Dagurin byrjaði við perfumu og turrshampoo.
Eg skuldi gera døgurða, og eg fekk mat á hendurnar. Hondsprittið hjálpti ikki serliga væl til tað, so eg vaskaði hendurnar.
Um kvøldið ætlaði eg mær at fara út, men eg stinkaði, so eg sat heim og gjørdi onki. Eitt rotið leygarkvøld.
Snýt: 1
Dagur 6 - Sunnudagur
Eg hugsaði bara um at sleppa í brúsu allan dagin. Hárbotnurin og allur kroppurin skriðaði illa. Havi ongantíð kent meg so skitna fyrr. Tíbetur skuldi eg ikki í skúla, so eg sá ikki nógv fólk. Men eg skuldi aftur út at rógva, so eg snýtti umaftur.
Snýt: 3
Dagur 7 – Mánadagur
Hárbotnurin var fullur av flusi og skriðaði eisini líkasum allur kroppurin. Eg luktaði ræðuliga illa, sjálvt um eg hevði oyst perfumu á meg. Eg vaskaði hendur uttan at hugsa um tað, tá eg hevði verið á wc.
Klokkan 00.00 á slagnum drakk eg eitt stórt glas av vatni og fór beint í brúsu. Eg vaskaði hárið fleiri ferðir við shampoo, tí tað var so feittut.
Snýt: 1
Vikan hevur verið strævin. Eg livdi av perfumu, djúsi, hondspritti og turrshampoo. Tað var ringt ikki at kunna fara í brúsu og vaska hendur, men tað harðasta var ikki at sleppa at drekka vatn. Eg føldi, at djús var ikki nóg nógv til at sløkkja tostan. Eg bleiv illa fyri av tí.
Eg lærdi, hvussu stórur partur vatnið er av lívinum. Tað er allastaðni og lívsneyðugt. Eg kann ikki ímynda mær at liva uttan, men fleiri menniskju í verðini hava ikki atgongd til vatn. Tað er ein stórur trupulleiki og eg haldi, at vit skulu øll vera takksom fyri, at vit altíð hava atgongd til reint vatn.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |