Hoyrir tú “Yanny” ella “Laurel”?

Hoyrir tú “Yanny” ella “Laurel”?
Eitt stórt kjak er á netinum. Eingin er samdur um, hvat verður sagt í einari stuttari ljóðfílu. Onkur heldur, at røddin sigur “Yanny” og onnur eru sikkur í, at tað er “Laurel”.
17.05.2018 - 16:58

Skrivað hevur Rannvá Dahl Hanusson 

 

Minnist tú “Kjólan”?

 

Í 2015 var stórt kjak allastaðni um eina mynd av einum kjóla. Onkur søgdu, at hann var svartur/bláur og hini vóru 100% sikkur í, at hann var hvítur/gull.

 

Líkasum við kjólanum eru fólk ósamd um, um ein stutt ljóðfíla sigur “Laurel” ella “Yanny”. Tað hevur skapað stórt kjak. Tað byrjaði á Reddit, har fólk byrjaðu at kjakast um, hvat tey hoyrdu. Síðan tá hevur tað verið runt allastaðni á netinum. Hoyr videoið her.

 

 

 

 

Høgur ella lágur frekvensur

 

Grundin til at øll hoyra so ymiskt er í stuttum tað, at fólk uppfanga ikki somu frekvensir. Tey, sum hoyra høgan frekvens, hoyra Yanny. Tað er sjálvandi øvugt við Laurel. Øll, sum uppfanga lágan frekvens, hoyra Laurel.

 

Dylan Bennett forklárar tað á twitter og vísir eitt video, har hann koyrir tann høga frekvensin vekk og aftaná tann lága.

 

Fyri summi riggar eisini at broyta bassin ella ferðina, sum ljóðfílan verður spæld við.

 

Hvat hoyrir tú? Yanny? Laurel? Bæði? Ella okkurt annað?

 

 

Kelda: Vox

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.