Klumma: Vit hava øll okkurt í felag, hóast vit eru úr heilt hvør sínum heimi

Ulla, lítlibeiggi og Nancy fyri 8-9 árum síðani.
Klumma: Vit hava øll okkurt í felag, hóast vit eru úr heilt hvør sínum heimi
Ulla hevur skrivað um pappmammu sina, sum kemur úr Ghana. Um at læra eina nýggja mentan at kenna, og hvussu gávuríkt tað kann vera at fáa eitt "eyka" foreldur.
19.05.2018 - 10:06

Skrivað hevur Ulla Kristmundsdóttir

 

Tá ið eg var 8 ára gomul, fortaldi pápi mín mær, at hann skuldi giftast. Eg hugsaði ikki so nógv um tað tá, men tað var kanska eitt sindur snedigt fyri onnur, at hann skuldi giftast heilt yviri í Ghana. Eitt, sum eg ikki visti var, at tað fór at verða sera læruríkt, at eiga eina pappmammu úr einum heilt øðrum landi.

 

Nancy

 

Umleið eitt ár seinni kom Nancy heim til Føroyar. Tá vit fóru eftir henni á flogvøllinum, hevði hon eina rúgvu av viðføri. Eisini hevði gávur við til mín.

Hon sá kava fyri fyrstu ferð, og føldi ein kulda, ið hon fór at brúka langa tíð, at blíva von við. Tað var sjálvandi hart fyri Nancy. Hon var jú flutt til eitt land, hon ongantíð hevði hoyrt um, ið var tað mótsatta av hennara egna. Tað eg hugsi mest um í dag er, at hon var burturi frá familjuni og visti ikki, nær hon fór at síggja tey aftur.

Í nøkur ár arbeiddi Nancy í einum barnagarði, men í dag hevur hon sín egna dagstovn heima, og tað dámar henni sera væl. Hon hevur altíð dugað væl við børnum, og tey eru altíð góð við hana.

 

Í dag havi eg tvey yngri systkin, sum eg eri ógvuliga góð við. Nancy hevur ongantíð gjørt mun á mær og sínum egnu børnum. Hon hevur altíð givið mær gávur, mussa meg góðanátt á pannuna, klemmað meg og verið góð við meg, sum var eg dóttir hennara. Eg havi hoyrt nógvar søgur um pappforeldur, sum ikki eru so glað fyri síni pappbørn, men fyri Nancy er tað sjálvsagt, at elska meg sum hennara egna. Tað eri eg takksom fyri.

 

Mentanin í Ghana

 

Í Ghana tekur man sær væl av teimum eldru og teimum, ið ikki hava tað so gott. Tað er pátrúgv har, at hjálpir tú øðrum leingir tað um lívið hjá tær. Tað er eitt vælsignilsi, sigur Nancy.

Tað er tó ikki bara tí at tað er eitt vælsignilsi, at tey hjálpa. Stýrið í Ghana hjálpir teimum ikki, so uttan hvønn annan, fáa tey onga hjálp.

 

Muslimar eru serliga hjálpsamir

 

Hóast Nancy í dag er kristin, so er ein partur av familju hennara muslimar . Tað er frá teimum hon hevur lært at vera so kerlig og hjálpsom, sum hon er í dag. Um onkur ikki er møttur upp at biðja, fara tey altíð og tryggja sær at persónurin hevur tað gott

Ein beiggi hennara hevur nógv børn, og hevur ikki møguleika at forsygja teimum øllum sjálvur. Ein annar beiggi hennara hevur tí tikið ein bróðurson til sín. Tað er ikki sjáldan, at hetta kemur fyri í Ghana, tað er púra vanligt

 

“Slappið av! Eg verji sálir tykkara.”

 

Nancy hevur ofta fortalt mær um børnini í grannalagnum hjá henni. Tey komu heim til teirra at spæla, tí tey vistu, at tey fingu mat har. Omma Nancy gav børnum ið høvdu tørv á tí næstan allan matin hjá familjuni.

Tá gjørdi restin av familjuni gjøldur við henni, men so plagdi hon at siga “Slappið av! Eg verji sálir tykkara.”

 

Eisini var siðvenja, at geva mat, ístaðin fyri gávur, á jólum. Tey fyltu eina kurv við mati at geva grannunum ella onkrum, ið hevði tørv á tí. Í kurvini kundi til dømis vera 5 kilo av rísi, olja ella tomatir. Í dag ger man tað ikki so nógv vegna evropeisering. Ikki bert í Ghana, men í fleiri londum í Afrika, hava tey adopterað nakrar siðvenjir úr Vesturheiminum tey seinastu árini. Nancy sigur, at í størri býunum í Ghana eru tey byrja at pynta við jólatrøum og ljósum, sum vit gera. Í bygdunum savnast fólk tó enn, og vísa hvør øðrum dansir frá stammum tey koma frá.

 

Allar mentanir og øll fólk, hava okkurt gott at læra frá sær

 

Hóast vit ofta síggja Afrika, sum ein heimspart, ið er minni mentur enn vesturheimurin, haldi eg, at vit kunnu læra eina rúgvu frá teimum. At koma at kenna fólk úr øðrum londum, við øðrum mentanum og hugsjónum, er ein tann besti mátin, at menna seg og læra uppá. Vit hava øll okkurt í felag, hóast vit eru úr heilt hvør sínum heimi. At koma at kenna Nancy hevur gjørt meg til ein betri persón.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.