- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royking verður bannað á Glasi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-forsida-stor/public/roykingbannadperma.jpg?itok=Mzk0jGvs)
Frá august 2019 verður øll royking á økinum hjá Glasi bannað. Leiðslan á Glasi hevur tikið avgerð um broytingina- eftir áheitan frá Fólkaheilsuráðnum.
Bogi Bech Jensen sendi í gjár 31. mai ein mail út til allar næmingar á Glasi við kunngerðini.
Screenshot av boðunum sum næmingarnir fingu í gjár
Tað er ikki upplýst, um forboðið eisini kemur at galda fyri lærarar, men tað kann hugsast.
Enn vita vit heldur ikki, hvørjar avleiðingarnar vera fyri brot á forboðið.
19% av ungum í Føroyum roykja dagliga. Á Glasi ganga áleið 1200 næmingar, so metast kann at 230 næmingar verða noyddir at leggja av komandi skúlaár.
Tubbak er heilsuskaðiligasta vøran í heiminum, so tað er kanska ikki so býtt við fyribyrgjandi átøkum sum hesum.
Hvat halda tit- er nýggja forboðið óneyðugt, ella er broytingin skilagóð?
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |