Lost Frequencies á Voxbotn 2019

Lost Frequencies á Voxbotn 2019
Belgiski dj’urin er júst kunngjørdur, sum fyrsta navnið á Voxbotn 2019
09.11.2018 - 14:42

Felix De Laet, ella sum hann best er kendur ”Lost Frequencies”, er eitt stórt navn í popp-tónleikaheiminum. Hann er kendur fyri m.a. sangin “Are You With Me”, “Reality” og nýggja lagið hjá honum “Melody”, sum hann hevur gjørt saman við James Blunt. Hann hevur verið nógv at hoyrt í útvarpinum her í Føroyum, eins væl og kring allan heimin. Staklagið “Are You With Me” var á 1. plássi í nógvum londum í 2014-2015, m.a. í Belgia, Avstralia, Týsklandi og Svøríki.

 

 

20. october í ár helt djmag tiltakið “Top 100 djs”, sum tey skipa fyri á hvørjum ári. Hesa ferð fór tiltakið fram í Amsterdam, og Lost Frequencies varð kosin sum nummar 17 í øllum heiminum. Tað merkir at hann liggur hægri enn m.a. The Chainsmokers, Kygo, Alan Walker og fleiri onnur stór nøvn. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.