- Glasir er ein fyrireiking til lívið

- Glasir er ein fyrireiking til lívið
Í síðstu viku kom ein grein út á Røddina um eina gentu við ADHD og um, hvussu tað var hjá henni at ganga á Glasi. Røddin hevur hitt Boga Bech Jensen, stjóran á Glasi, til eitt prát um umstøðurnar á skúlanum
19.11.2018 - 07:53

Bogi Bech Jensen hevur verið stjóri á Glasi síðani 2015 og hevur tískil verið stjóri í 3 ár nú. Tá hann byrjaði vóru næmingarnir í fleiri ymsum skúlum, men nú eru allir samlaðir í Marknagil á Glasi.

 

Bogi dámar væl nýggja skúlan, men spurdur um, hvat næmingarnir halda, sigur hann, at hann hoyrir nógv gott, men eisini at onkur er eitt sindur ivasamur um alt glasið í bygninginum.

 

- Tá man er í eini broytingartíð, so er man nógv drivin av kenslum. Næmingarnir fara nokk at verða glaðir fyri bygningin, og eg trúgvi, at tey flestu eru glað fyri bygningin.

 

Bogi Bech Jensen hevur tó hoyrt okkurt ringt um glasveggirnar frá fólkum, ið ikki fáa hugsavna seg av teimum.

 

- Eg havi hoyrt okkurt, men tað, sum eg havi hoyrt frá tænastu-økinum, er, at tað er ein lítil partur, sum hevur trupulleikar við øllum glasinum. Man hevur jú møguleika at venda ryggin til glasið, um man vil ella venda borðinum, so man ikki sær út á gongina.

 

Stjórin leggur dent á, at tað er umráðandi, at skúlin fyrireikar næmingarnar til lívið aftaná skúlan - eisini hjá teimum, ið hava ilt við at hugsavna seg og hava ADHD.

 

- Vit kunnu hjálpa við at geva teimum nakrar "coping strategi'ir", har man lærir at tillaga seg til umhvørvið, sum man er í.

 

Tá Bogi Bech Jensen verður spurdur um hesar "coping strategi'irnar" ikki eru betur egnaðar til næmingar, ið ikki hava stórar trupuleikar við at hugsavna seg og ikki hava ADHD, svarar hann, at man bara má hjálpa teimum, har tey eru. 

 

- Eg trúgvi, at tað er ein trupulleiki hjá nøkrum, men hetta er tað, vit hava, og man má bara venja seg við tað og velja strategi'ir. Man verður ikki meira vardur, tá man er liðugur á Glasi.

 

Bogi Bech Jensen sigur, at leiðslan ikki hevur fingið nakrar áheitanir viðvíkjandi, at nýggi bygningurin tálmar læringini hjá næmingum, ið ikki fáa hugsavnað seg.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.