Café Salt

Café Salt 2: Danskir loysingarmenn, seyður í Hvalba, skemt og kór í Vági
16-12-2021
Sagt verður frá bananvøkstri á Tvøroyri, har Símun eisini hevur sína grillbúð. Elisa Vang ber okkum Stand-Up; Guðrun Sólja syngur; og Rói Einarsson hermir eftir tvørapresti

Niels Petur Nolsøe og Anrfinnur Thomsassen komu úr Vági at greiða frá hugtakinum, 'humor', og til sama høvið hevði NEPTUN yrkt ein tátt um 'kongomálið, ið teir báðir syngja saman við kórfólkunum frá kirkjukórinum Ljómur, sum seinni í sendingini syngur tveir sálmar og prátað verður við Elinborg Nolsøe um hetta søgurika kór.

Umboð fyri Hvalbiar bygdaráð, Eir Jógvansdóttir Norðberg, tosar um trivnað í oynni og vetrarfriðingina í Hvalba, sum er hennara hjartamál, men sum júst er fallið á bygdaráðsfundi. Palle Julsgart og Kristian Holbæk eru danir, ið hava fest røtur á Tvøroyri, og sum halda, at Føroyar skulu loysa frá Danmark.

Tvey bandað innsløg eru í sendingini. Annað er samrøða við Niels Harald Michelsen, skipara á Smyrli, og hann sigur millum annað sína hugsan um Strandferðsluna sum alment partafelag. og hin er ein reportasja, ið lýsir tilgongdina, tá Símun í Grillbúðini royndi at útvega sær eitt bankalán til útbygging av pylsu-virkseminum.

'Café Salt; ein beinleiðis sending frá Menatanarhúsinum Salt tann 15. desember 2021.

MYND: Dagfinn Olsen, Sosialurin
 

Café Salt

Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.
Kvøldið fyri stóra tunnilsdagin, tá Sandoyggin varð knýtt upp í meginøkið við undirsjóvartunnli, skipaðu KVF og SALT fyri væleydnaðum undirhaldskvøldi heima á Sandi.
22-12-2023
17. mai varð í hesum umfari seinasta Café Salt útvarpssendingini send úr Mentanarhúsinum Salt á Drelnesi. Lista- og filmprát merkti kvøldið, men eisini tónleikur og skemt.
18-05-2023
SKEMT: Vit eru í Suðuroynni. Eitt tíðindafólk hjá KVF dyrgir eftir útsagnum og áskoðanum í tunnilsmálinum. Hvat heldur vanligi suðuroyingurin, skal Suðuroyartunnilin borast?
24-04-2023
Ein poppsangur um eitt óunniligt kærleikssamband.
24-04-2023
19.4.23: Hetta kvøldið í Café SALT hoyrdu vit á fyrsta sinni duettina 'Einarsson' spæla í útvarpinum. Rættiliga sannførandi bóru tey okkum klassikaran, 'Over the Rainbow'.
23-04-2023
19.4.23 Samrøðan viðgerð umstøðurnar hjá næmingunum á Heilsuskúlanum í Hovi, her hugsað verður um løn undir útbúgving og vantandi næmingaheim.
21-04-2023
19.4.23: Í næstum fara Mariann og Birita Johansen at spæla barnaleikin, Karius og Baktus, í Mentanarhúsinum SALT. Tær báðar eru eisini virknar í Suðuroyar Sjónleikarfelag.
21-04-2023
19.4.23: Fyrrverandi lærarin og formaðurin í Føroya Lærarafelag, Esmar Berg, var fyrstu gesturin ónskvøldið. Hann greiddi frá Hvalba, Sandvík, og lærarayrkinum.
21-04-2023
19.4.23: Duettin Lív Næs og Tróndur Enni hevði nógv at bjóða ónskvøldið á Drelnesi. Umframt fýra nýggjar sangir høvdu tey eisini fræga gittaristin, Óla Holbæk, við sær í SALT.
20-04-2023
19.4.23: Kaffistovan í Mentanarhúsinum SALT á Drelnesi var ónskvøldið karmur um kvøldsetu, ið send varð beinleiðis í útvarpinum. Tríggir av gestunum vóru TB menn.
20-04-2023
19. apríl var enn ein kvøldseta send úr Mentanarhúsinum SALT á Drelnesi. Frægir tónleikarar, skemtarar og frásøgufólk tóku lut. Eisini spældi Tvør. Hornorkestur eitt stykki.
20-04-2023
Annie O. Eysturoy í Vági las bókmentir á fleiri málum í Salzburg, helt fram í USA, har hon m.a. undirvísti indianarum í egnum bókmentum. Men føroyska málið var eisini við.
25-03-2023