Café Salt

Café SALT: Prát og undirhald í dýrdarveðri
20-04-2023
19. apríl var enn ein kvøldseta send úr Mentanarhúsinum SALT á Drelnesi. Frægir tónleikarar, skemtarar og frásøgufólk tóku lut. Eisini spældi Tvør. Hornorkestur eitt stykki.

Lagt var fyri við duettini 'Einarsson' hjá Michella Evely og Róa. Húsorkestrið var ein trio við Lív Næs, Tróndur Enni, og Óla Holbæk. Tvøroyrar Hornorkestur spældi eitt enskt stykki; 'Barnard Castle' eftir Goff Richards, og 'Gundurs Studioorkestur í Trongisvági' hevði latið sendingini upptøku av kærleikssangi, 'Tú ert so vøkur'.

Mariann Johansen og Birita Johansen leiktu brot úr Karius og Baktus uppseting, sum tær fara at framføra alment í mai mána. Og send varð ein reportasja, sum Gundur Johansen hevði gjørt. Hann var farin um oynna at kanna hugburðin í ymsu bygdunum fyri ætlaða Suðuroyartunnlinum. Sera stuttligt.

Prátini vóru fýra. Esmar Berg í Nesi, Hvalba, greiddi frá Hvalba og Sandvík í søgu og nútíð, umframt sumt frá tíð síni sum lærari í umleið fýrati ár. Vivie Davidsen, skúlastjóri á Heilsuskúlanum í Hovi, segði frá innihaldi, møguleikum og ætlanum fyri skúlan. Umframt at spæla sjónleik greiddu Mariann og Birita frá sjónleikslívinum, og at enda vóru tað fýra umboð fyri Tvøroyar Bóltfelag, sum komu á gátt at siga frá hugburði og støðuni í felagnum. Teir vóru Gilli Rólantsson Sørensn, landsliðsleikari, Poul Ingason, liðformaður í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum, og Andre Dalfoss, sum er formaður í TB. Vánirnar eru góðar og spenningurin stórur til kappingarárið.


Café Salt 19 apríl 2023

 

Café Salt

Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.
Í slupptíðini vóru glaðir dagar í Valinum mitt á Tvøroyri, har ungdómar úr øllum landinum búðu saman í samband við arbeiði, sum Tvøroyri hevði nógmikið av.
25-03-2023
Í summar fara ungir dansarar í Sumba til Svøríkis at dansa og kvøða. Til hetta krevst venjing og í sendingini hoyra vit trý børn við leiðara greiða frá felagslívinum í Sumba.
24-03-2023
Hetta er skúlakórið, sum hevur givið fløgu út. Fyrr var tað Dagfinn Olsen, sum hevði leiðlsuna, meðani Ingun Háberg hevur hana í dag. Dagfinn Olsen spælir undir á gittara.
24-03-2023
Húsorkestrið mannaðu: Hjalmar Magnussen, sangur og gittar, Dagfinn Olsen, bassur, og Arni Holm Carlsen, klaver. Teir spældu fýra sangir, sum kunnu hoyrast her.
24-03-2023
Ein sangur um normallívið umborð á Smyrli. Niðurlagið lýsir oftast setta spurningin, tá tveir suðuroyingar hittast umborð á Smyrli á veg norðureftir til Havnar.
24-03-2023
Heimkomin vágskvinna sigur frá lívi sínum úti í stóru verð, tvøramaður greiðir frá býlinginum, Valinum, barnadansur í Sumba er eitt evni, húsorkestur spælir og barnakór syngur
24-03-2023
Halltóra Joensen og Gunnhild Mortensen eru báðar hvalbingar, men Halltóra býr í Sumba og umboðar Sumbiar Bygdaráð í hesum práti um at leggja Suðuroynna í eina kommunu.
13-03-2023
FSBO spældi fimm bluessangir í útvarpssendingini 'Café Salt', ið send varð frá Mentanarhúsinum Salt á Tvøroyri tann 1. mars 2023.
13-03-2023
'Café Salt' 1. mars 2023: Sonne greiðir frá barnaárum, sjólívinum, fátækum korum undir lesnaði í Danmark, tíðini í Radiohandlinum, Útvarpi Føroya, og øðrum.
13-03-2023
Nógv var á skránni, tá útvarpið sendi Café Salt sending mikukvøldið 1. mars. Har var bæði prát, rokktónleikur, skemt, og eisini kórsangur, sum Kirkjukórið Ljómur bar fram.
13-03-2023
1. mars varð sent frá kaffistovuni í Mentanarhúsinum Salt á Tvøroyri. Eitt av innsløgunum var ein sketsj um sandvíkingar, ið práta saman við stórum misskiljingum.
13-03-2023
Mikukvøldið hittust fólk í Mentanarhúsinum Salt til beinleiðis útvarp. Har var nógvur látur og blues-rokkur, men eisini vóru álvarsmál sum kommunusamanlegging tikin við.
02-03-2023