Closed for Maintenance - á fimta sinni

Closed for Maintenance - á fimta sinni
25-04-2024

Útlendsk ferðafólk koma í alsamt størri tali til Føroya at uppliva okkara vøkru oyggjar. Nøkur ferðafólk koma higar bæði fyri at uppliva og samstundis geva nakað afturfyri. Í fimm ár hava 100 sjálvbodnir útlendingar og hálvthundrað føroyingar á hvørjum ári arbeitt í tveir dagar saman í ymsum verkætlanum kring landið fyri at viðlíkahalda gamlar bygdagøtur, sum vóru lívsneyðugar, áðrenn vegir komu millum bygdir, skeltað og annað, so lættari er at ganga og at finna millum bygdir.

Tiltakið verður aftur nú í mai, men í fjørvár var Sjónvarpslið við og fylgdi einum bólki við fólkum úr nógvum ymiskum londum, sum hampaðu gøtuna niðan á okkara hægsta fjall, Slættaratind. Ein annar bólkur umvældi gomlu Gásadalsgøtuna, sum framvegis verður nógv brúkt, sjálvt um tunnil nú er til Gásadals.

Closed for Maintenance - á fimta sinni

Á vári 2023 var sjónvarpslið við og fylgdi einum bólki við fólkum úr nógvum ymiskum londum, sum vóru við í átakinum "Closed for Maintenance". 

Lagt til rættis: Tórður Mikkelsen og Jakob Jørgensen.