Elians Sonur

Ein sangur um frælsi (1:5)
10-05-2024
Fyrsti partur av útvarpspentalogiini um lívssýn Ragnars Elianssonar í Sørvági er ein sangur um frælsi. Í sendingini dvølur Ragnar við hugtakið 'kvalifiseraðar meiningar'

Fyrsti partur av útvarpspentalogiini um lívssýn Ragnars Elianssonar í Sørvági er ein sangur um frælsi. Í sendingini dvølur Ragnar við hugtakið 'kvalifiseraðar meiningar.'

"Nú ið vit hava sýnað bilin við politiskum ella filosofiskum brillum, hava vit sæð, at her er nógv at vísa á. Harvið vil eg siga, at hesin el-bilurin er eitt sindur av einum trojanskum hesti."

Elians Sonur

Hetta er ein poddur. Í poddinum eru áskoðanir og meiningar um nógv ymisk viðurskifti. Hesar umboða sjónarmiðini hjá gestinum í poddinum. Elians Sonur er ein røð í fimm pørtum. Ragnar W. Eliansson (1993) tosar úr tilveruligum og politiskum sjónarhorni. Høgni Mohr, rithøvundur, hevur lagt til rættis. Tøkningur er Rúni Eysturlíð
Fyrsti partur av útvarpspentalogiini um lívssýn Ragnars Elianssonar í Sørvági er ein sangur um frælsi. Í sendingini dvølur Ragnar við hugtakið 'kvalifiseraðar meiningar'
10-05-2024
Evnisliga bendir samrøðan við Ragnar Eliansson móti transenderandi ósamanhangi. Ragnar tosar um kríggj, krúnukrím og politikarar.
07-05-2024
Vit stýra bilinum niðan á Grønhólma. Á løstaðu leiðunum har dvølur Ragnar við kommunalu inntrivini, annað ansloysi og hønuvit sum heild.
07-05-2024
Verðin er bara samansett av fólkum, ið ikki hava gjørt av við seg. Íðan, hví loypa vit so ikki bara útav?
07-05-2024
Fimta og seinasta part við Ragnari Elianssyni eru vit á bilverkstaðnum Carro oman fyri Sørvág. Brennimotorar og Rikard Long sameinast til ævigt gonguverk av vísdómi.
07-05-2024