Fótbóltsprát

Hvar gongur markið?
06-12-2021
Patrick da Silva, sum hevur skrivað undir sáttmála við KÍ, var fyrr í ár dømdur fyri blygdanarskemd móti einari 14 ára gamlari gentu.

Í oktober í fjør valdi Lyngby at ógilda sáttmálan við Patrick da Silva, har hann spældi tá.

Orsøkin skuldi eitast at vera, at partarnir ikki longur hóskaðu saman.

Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, vitjar í útvarpsstovuni og grundgevur fyri avgerðini.

Eisini verður tikið saman um steypafinaluna, ið var spæld um vikuskiftið.

Fótbóltsprát

Sending, har vit skifta orð um føroyskan fótbólt.  Vertur er Tróndur Vatnhamar
Við tilgongd av Jann Benjaminsen sær B36 út til at hava fótað sær og líkjast einum biðli til heiðursmerki
20-02-2023
Á Tvøroyri er venjarin sendur til hús, tað eru eftir øllum at døma samstarvstrupulleikar, fyrrverandi venjarin vildi keypa inn, nýggja nevndin sigur nei!
13-02-2023
Ì løtuni sær ikki út til at nakar kann gera nakað við tríkleyvarin í Føroyskum fótbólti
06-02-2023
Hvat hevur tað at siga fyri bæði leikarar og feløg at ganga nýggjar leiðir.
30-01-2023
Tað gevur onga meining hjá ÍF at brúka fleiri milliónir, fyri síðan at rykkja niður alíkavæl, sigur Oddbjørn Joensen, viðmerkjari
23-01-2023
Nýggj kapping og HB sær sterkari út, Víkingur er tað sama og KÍ møguliga viknað nakað - tí er lagt upp til eitt spennandi kappingarár
16-01-2023
Leikaraflytingar og m.a venjaraskiftið hjá KÍ kann hava við sær at teir eru "groggy" í eina tíð og tað er nú kappingin skal takast upp
09-01-2023
Jákup Martin Joensen, nýggjur hjálparvenjari hjá HB, hevur neyðugu royndirnar og tað kann hava stóran týdning í einari drúgvari kapping
02-01-2023
Tað breyt um bæði borð, tá ið kjakið fór at snúgva seg um, hvør er tann besti nakrantíð, Maradona ella Messi
19-12-2022
Fleiri hava hótt við boykotti, men ikki harrarnir í Studio 4 - HM skuldi njótast
12-12-2022
Tað seinasta NSÍ hevur brúk fyri nú er ringari umtalu, nýggjasta stuntið hjálpur ikki uppá tað - fleiri Kristian Joensen søgur takk!
07-11-2022
KÍ er einaráðandi í føroyskum fótbólti, tað bleiv enn sum áður staðfest í 27. umfari við einum knúsandi 8-0 stórsigri á Skála
25-10-2022