Føtur undir egið borð

Føtur undir egið borð (1:3)
24-09-2024
Leingi hevur verið sagt, at føroyingar ynskja at seta føtur undir egið borð, men vilja tey tað? Í fyrsta parti hyggja vit nærri at eiga mótvegis at leiga

Av teimum sløku 19.500 húskinum í landinum, er ein góður triðingur húski við einum persóni. Ein annar triðingur fevnir um húski, sum telja tvey vaksin uttan børn. Hetta merkir tí eisini, at nógv tey flestu húskini í Føroyum eru smá og tí kanska eisini ynskja ein minni og bíligari bústað sum til dømis eina íbúð. Men íbúðir eru bæði truplar at fáa fatur á og kosta nærum tað sama sum eini sethús. Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim, greiðir nærri frá bústaðarmarknaðinum.

Men hvussu er hugburðurin hjá føroyingum, tá tað kemur til at læna so stórar upphæddir, sum krevjast, fyri at keypa eina ogn. Brian Smedemerk, rakstrarstjóri í Føroya Banki, greiðir nærri frá hesum. 

Og so hitta vit Ruth og Sólbjørn Mortensen, sum hava valt at selt húsini fyri heldur at búgva til leigu. 

 

Føtur undir egið borð

Í trimum partum verður hugt nærri eftir bústaðarviðurskiftunum hjá føroyingum. Hví er tað so dýrt at búgva í Føroyum? Passar tað, at øll vilja eiga egin sethús? Hvussu vilja vit búgva í framtíðini, og er pláss fyri okkum øllum?  Elin Michelsen leggur til rættis.
Leingi hevur verið sagt, at føroyingar ynskja at seta føtur undir egið borð, men vilja tey tað? Í fyrsta parti hyggja vit nærri at eiga mótvegis at leiga
24-09-2024