Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 27. sending (við eykatilfari)
18-11-2021
Tveir hýruvognar vórðu tiknir á sjógv av einum óløgi á havnalagnum í Leirvík

Sjeytiárini eru merkt av stórum og hugsjónarligum útbyggingum á samferðsluøkinum. Og ein, ið er sera virkin á hesum øki, er Thomas Arabo, sum tekur við sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins miðskeiðis í 1970-árunum. Í hesari sendingini sigur Thomas Arabo okkum um hví hann gjørdist stjóri á Strandfaraskipum Landsins, og hvørjar hugsjónir vóru avgerandi fyri kósina hjá strandferðsluni í 1970-árunum.
Sunnudagin 23. oktober 1966 skola tveir hýruvognar á sjógv av einum óløgi á havnalagnum í Leirvík, og annar bilurin var ein nýggjur Toyota Crown hjá Torbirni Justinussen. Poul Magnus Joensen og Sjúrður Elasen siga okkum hvussu teir minnast hesa hendingina. Eisini tosa vit við Leiv Fonn, sum var maskinmeistari við Britons Pride, sum bjargaði Torbirni úr bilinum, áðrenn hann fór til botns. Vit hitta eisini Tórhild Bjarkhamar, ið er dóttur Torbjørn, og Onnu Justinussen, sum var gift við Torbirni. Og hetta gjørdist teimum dagur í viku, tí sama dag skuldi tey hava barnadóp.
Nomið verður eisini við rutu- og busskoyringina til og frá Leirvík, og ein, sum hevur koyrt nógv buss á hesari farleið, er Heðin Zachariassen, sum eisini minnist hvussu tað var at koyra við stórum bussum eftir gamla Leirvíksvegnum.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Smyril kollvelti føroyska samfelagið
25-11-2021
Tveir hýruvognar vórðu tiknir á sjógv av einum óløgi á havnalagnum í Leirvík
18-11-2021
Norðskálatunnilin og Brúgvin um Streymin kollveltu føroyska samferðslukervið. Við nýggjum samrøðum og søguligum upptøkum verður hugleitt um týdningin av hesum sambandi
11-11-2021
Fyrst í 1970-árunum verður farleiðin um Leirvíksfjørð dagførd. Vit hugleiða um farleiðina, Ternuna, havnaløgini í Leirvík og í Klaksvík, og frætta um serligar hendingar
04-11-2021
Veturin 1973/74 verður Barsskor umbygdur munandi, Gertrud Joensen sigur okkum um ein dramatiska hending við Barsskor í Mikladali, og Per á Hædd lýsir umhvørvið á Stongunum
28-10-2021
Nógvar íløgur verða gjørdar í veganetið í 1970-árunum, vatnflogfar skal flúgva innanoyggja, og hetlendingar lata fýra bilferjur byggja á Tórshavnar Skipasmiðju
21-10-2021
Tvær nýggjar bilferjur verða bygdar til siglingina um Vestmannasund í 1970-árunum, hin fyrri Sam í 1970 og hin seinri í 1975
14-10-2021
Í 1970-árunum henda stórar útbyggingar á samferðsluøkinum. Men hetta er eisini eitt tíðarskeið við oljukreppu, útróðrarverkfalli, og einari rúsdrekkalóg, sum verður feld
07-10-2021
Edmund Joensen, Birgir Enni og Tummas Olsen siga frá, um tá ið Brúgvin um Streymin varð bygd, eins og vit hoyra søguligar upptøkur
30-09-2021
Tunlarnir norður um fjall skotnir ígjøgnum og alment tiknir í nýtslu
12-06-2021
Siglingin við bilum og fólki í Sundalagnum í 1960-árunum er bæði spennandi og fjølbroytt
05-06-2021
Mykines, Slættanes, heimabygdi Norðurstovubussurin, og valuta loyvi
29-05-2021