Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 34. sending
03-02-2022
Tað var mangan bítandi kalt hjá monnunum, sum gróvu kava. Ferjulegan og umstøðurnar á Toftum. Og søgulig samrøða um fyrstu ljóskurvarnar í Havn

Knút Vesturdal starvaðist hjá Landsverki í eini 50 ár og hann minnist hvussu kalt tað mangan var, tá ið teir gróvu kava í gravkúgv við ongum húsi. Eisini tosa vit við konuna Svanhild.
Í 1969 varð Finnleif Durhuus settur í starv hjá Landsverki, og í apríl 1973 varð hann settur sum leiðari av vegaumsitingardeildini, eitt starv, sum hann røkti í 33 ár.
Landsverk, ella Landsverkfrøðingurin, sum stovnurin nevndist áður, hevur havt og hevur alstóran týdning, tá ið talan er um samferðsluna í Føroyum, og ein av uppgávunum er at tryggja, at tað er koyrandi, tá ið kavi og hálka er um landið. Vit spyrja Finnleif eitt nú um nær ið Landsverk fór undir eitt skipað vetrarhald, tá ið talan er um kavarudding,
Í oktober mánað 1972 verður ferjulegan á Toftum tikin í nýtslu. Og vit vitja á Toftum, har ið vit hitta Hanus Lómstein, sum í mong ár hevði strandferðsluavgreiðsluna um hendi.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Smyril kollvelti føroyska samfelagið
25-11-2021
Tveir hýruvognar vórðu tiknir á sjógv av einum óløgi á havnalagnum í Leirvík
18-11-2021
Norðskálatunnilin og Brúgvin um Streymin kollveltu føroyska samferðslukervið. Við nýggjum samrøðum og søguligum upptøkum verður hugleitt um týdningin av hesum sambandi
11-11-2021
Fyrst í 1970-árunum verður farleiðin um Leirvíksfjørð dagførd. Vit hugleiða um farleiðina, Ternuna, havnaløgini í Leirvík og í Klaksvík, og frætta um serligar hendingar
04-11-2021
Veturin 1973/74 verður Barsskor umbygdur munandi, Gertrud Joensen sigur okkum um ein dramatiska hending við Barsskor í Mikladali, og Per á Hædd lýsir umhvørvið á Stongunum
28-10-2021
Nógvar íløgur verða gjørdar í veganetið í 1970-árunum, vatnflogfar skal flúgva innanoyggja, og hetlendingar lata fýra bilferjur byggja á Tórshavnar Skipasmiðju
21-10-2021
Tvær nýggjar bilferjur verða bygdar til siglingina um Vestmannasund í 1970-árunum, hin fyrri Sam í 1970 og hin seinri í 1975
14-10-2021
Í 1970-árunum henda stórar útbyggingar á samferðsluøkinum. Men hetta er eisini eitt tíðarskeið við oljukreppu, útróðrarverkfalli, og einari rúsdrekkalóg, sum verður feld
07-10-2021
Edmund Joensen, Birgir Enni og Tummas Olsen siga frá, um tá ið Brúgvin um Streymin varð bygd, eins og vit hoyra søguligar upptøkur
30-09-2021
Tunlarnir norður um fjall skotnir ígjøgnum og alment tiknir í nýtslu
12-06-2021
Siglingin við bilum og fólki í Sundalagnum í 1960-árunum er bæði spennandi og fjølbroytt
05-06-2021
Mykines, Slættanes, heimabygdi Norðurstovubussurin, og valuta loyvi
29-05-2021